Tað sigur Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum ein grein 52a fyrispurning um príseftirlit.
Løgtingskvinnan spyr soleiðis:
1. Hvørji ítøkilig amboð hevur príseftirlitið fingið, síðani skipanin kom í gildi 1. januar 2024?
2. Hvørji úrslit hevur príseftirlitið havt fyri kappingina og prísgongdina á føroyska marknaðinum?
3. Hevur landsstýrismaðurin ábendingar um, at avgjaldslækkingar og mvg-frítøkur í fullan mun koma brúkarunum til góðar?
4. Metir landsstýrismaðurin, at príseftirlitið virkar eftir ætlan?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir Súsanna Bertholdsen á, at breið semja var í Løgtinginum um lógaruppskotið hjá undanfarna landsstýrinum um príseftirlit, sum kom í gildi 1. januar 2024.
– Politiska ynskið um eitt styrkt príseftirlit kom í kjalarvørrinum á stóra prísvøkstrinum árini frammanundan og teimum almennu stuðulsskipanum, sum vóru settar í verk fyri at fáa ferð á orkuskiftið.
– Endamálið við príseftirlitinum var at geva Kappingareftirlitinum fleiri amboð og soleiðis styrkja kappingina á føroyska marknaðinum. Tað er greitt, at í einum lítlum marknaðarbúskapi, sum tí føroyska, kann kappingin á einstøkum økjum vera avmarkað og viðbrekin, sigur Súsanna Bertholdsen.
Hon vísir á, at hóast príseftirlitið nú hevur virkað í meira enn tvey ár, uppliva nógv framvegis stóran prísvøkstur á gerandisvørum.
– Samstundis hoyra vit úr grannalondunum um harða kapping og beinleiðis prískríggj millum matvøruhandlar, meðan føroyskir brúkarar ikki merkja somu kapping um prísirnar, sigur løgtingskvinnan.
Hon sigur víðari, at í vetur varð raðfest at taka mvg’ið av eitt nú eplum, grønmeti og barnablæum fyri at lætta um hjá barnafamiljum og vanligum húsarhaldum. Tá ið politiskt verður valt at lækka avgjøld ella geva mvg-frítøkur, er tað avgerandi, at lækkingarnar eisini síggjast aftur í prísunum hjá brúkarunum, sigur hon.
– Breið semja var um at styrkja eftirlitið við kapping og prísgongd. Tí er eisini natúrligt, at Løgtingið nú fær greiði á, hvørt skipanin hevur havt ta ætlaðu ávirkanina. Tí seti eg landsstýrismanninum hesar spurningar, sigur Súsanna Bertholdsen.











