Sigurin hjá FCK móti Manchester United hevur av álvara vakt áhuga fyri danska stórfelagnum. Nú ljóðar, at Everton liggur fram við eftir tveimum av spælarunum hjá liðnum, og sambært miðlunum kann roknast við, at boð verður latrið felagnum, tá transfer-vindeygað opnar í januar. Spælararnir, sum Everton sigst vera áhugað í, eru málverjin Jesper Christiansen og Michael Silberbauer, sum hevur verið sera væl koyrandi hetta kappingarárið.