Everton keypt inn í United

Everton boðar í dag frá, at felagið hevur keypt Darron Gibson frá Manchester United. Miðvallarin er uppvaksin í felagnum og prísurin er sambært bretskum miðlum bara fimm milliónir krónur.

 

Everton er í fíggjarligum trupulleikum og hevur leingi leitað eftir íleggjarum, sum kunnu flyta felagið frameftir. Tí hevur Liverpool felagið fyri tað mesta leigað leikarar, sum Royston Drenthe og Landon Donovan.

 

Í dag boðar felagið so frá, at 24-ára gamli írin, Darron Gibson, verður partur av hópinum komandi fýra og eitt hálva árið. Darron Gibson hevur umboðað Manchester United 60 ferðir og skotið 10 mál. Hann spældi sín fyrsta dyst í 2005.

 

Everton og Manchester United hava fyrr gjørt avtalur umleikarar. Millum annað keypti Manchester United Wayne Rooney frá Everton, meðan millum annað Phil Neville og Louis Saha eru farin hinvegin.