TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Hanus Thorleifsson, sigursmálsskjútta hjá B36, tá B36 á heimavølli fyrr í dag vann 2-1 á AB í enn einari grannauppgerð, har talan gjørdist um harðar nærdystir. AB hevur mangan verið ein marra hjá B36 í effodeildini, men í ár hevur tað so eydnast B36 at vinna allar tríggjar dystirnar ímóti AB.
Hanus Thorleifsson heldur, at talan var um ein uppibornan sigur, sum var ógvuliga kærkomin hjá B36, sum hevur, sum minsta mál, at liðið skal, ið hvussu er út í Evropa komandi kappingarár.
Hanus Thorleifsson er tó ikki heilt nøgdur við, at bara áleyparin hjá B36, Jógvan Skeel Nolsøe var vístur av vølli, meðan Rói Danielsen slapp at verða verandi á vøllinum aftaná ein drúgvan nærdyst teirra millum.