Norska kringvarpið - NRK - skrivar í dag um hitabylgjuna, sum herjar í Evropa, samstundis sum víst verður á, at tað ikki er óhugsandi, at hitin teir næstu dagarnar kann seta evropeiskt met.
Í greinini verður eitt nú víst á, at hitin í Grikkalandi seinastu dagarnar hevur verið millum 42 og 45 stig, har tað hevur verið heitast, og í dag kann hitin koma enn longur upp.
Norski ríkisveðurfrøðingurin, Kristian Gislefoss, sigur alt benda á, at hitin í Grikkalandi í dag verður hægri enn seinastu dagarnar.
Líkt er heldur ikki til, at hitin minkar teir næstu dagarnar og einki er, sum bendir á, at tað fer at regna. Tískil heldur turkurin fram, og hetta merkir eisini, at skógareldar fara at herja landið um lond.
Stúrt verður fyri, at hitin í Grikkalandi í dag kann koma heilt upp í eini 47 stig sum merkir, at hitametið í Evropa kann vera sligið. Hitametið í Evropa er sett í Grikkalandi í 1997, tá máld vórðu heili 48 hitastig í landinum.
- Lokalt kann hitin gerast enn hægri, og tá er tað ikki nógv, sum skal til fyri, at hitin í almennum mátingum kann koma upp í 48 stig. Her er talan um smáar marginalar, so møguleiki er avgjørt fyri hitameti, sigur veðurfrøðingurin.
Sambært veðurlagstænastuni - C3S - var árið 2020 hitt heitasta í Evropa nakrantíð. Mátingar vísa, at árið 2020 var 0,4 stig heitari enn 2019. Tá allur heimurin verður tikin við, var 2020 - saman við 2016 - hitt heitasta árið nakrantíð, ið er skrásett.
Tað er ikki óvanligt, at hitabylgjur eru í syðra parti av Evropa hesa tíðina av árinum. Kortini heldur norski ríkisveðurfrøðingurin, Kristian Gislefoss, at støðan, sum er í løtuni, er sjáldsom.
- Tá vit byrja at nærkast metum, er støðan óvanlig. Hetta er jú ein partur av einari keðiligari gongd, har vit síggja, at heimurin verður heitari, og hitamet verða sett, leggur hann aftrat.