Evropa nominerað Alphabeat

Alphabeat, sum vitjaðu á Summarfestivalin í ár, er við at fáa nógvar fjepparar kring Evropa.

Bólkurin byrjaði sum studentabólkur í Silkeborg í 2003. Nú er bólkurin eisini kendur uttan fyri Danmark. 40.000 fløgur eru seldar í Danmark av fyrstu fløgu teirra. Nú hava bretar eisini fingið eyguni upp fyri bólkinum og hann verður í løtuni lýstur sum ?besti skandinaviski bólkurin síðan ABBA?.

 

Nú er hann eisini nomineraður til ein prís í kategori?ini ?mest fangandi hitt? fyri ?Fascination? til MTV Europe Music Awards-handanina í Liverpool 6. november.

 

Alphabeat skulu m.a. kappast við ?Don?t Stop the Music? hjá Rihanna, ?Apologize? hjá OneRepublic, ?Touch My Body? hjá Mariah Carey, ?Bleedin? Love? hjá Leona Lewis, ?I Kissed A Girl? hjá Kate Perry og ?Mercy? hjá Duffy.