Í gjár var móttøka í hølunum hjá KSF í Havn í sambandi við, at Eyðin Christiansen hevur tikið við sum nýggjur aðalskrivari hjá Kommunusamskipan Føroya, og at Jóan Petur Hentze er farin frá.
Eyðun Christiansen, sum er 43 ára gamal og úr Havn hevur drúgvar royndir, m. a. sum ráðgevi hjá Føroya Kommunufelag seinastu sjey árini. Í hesum starvinum hevur hann havt høvuðsábyrgdina at veita kommunum fakliga og politiska ráðgeving um øll kommunal viðurskifti. Í hesum sambandi hevur hann eisini tikið lut í øllum samráðingum og fakligum útgreiningararbeiðum, sum hava við kommunal viðurskifti og uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur at gera. Hann var millum annað limir í kommunalu umskipanarnevndini, sum Innlendismálaráðið setti í fjør at fyrireika komandi kommunalu umskipanina.
Eyðun Christiansen hevur samfelagsvísindaliga universitetsútbúgving.