Eyðun og Terji á Platform

Dansur

 

Komandi vikuskiftið fara teir báðir, Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen, at hava tvær framførslur. Leygarkvøldið verður konsert í ítróttarhøllini á Kambsdali.

Fríggjakvøldið fara Eyðun og Terji at spæla í Havn. Teir fara at spæla allar sínar kendu sangir á Platform. Hetta gjørdu teir eisini fyrr í ár, og tá riggaði tað avbera væl.

Eyðun og Terji fara at spæla fleiri ferðir gjøgnum kvøldið, og tá teir ikki eru á pallinum, verður diskotek.