Fyrst í september byrjaði spanska fótbóltskappingin hjá kvinnum aftur, og aftur í hesum kappingarárinum verður føroyskur spælari við í næstbestu kvinnudeildini.
Eyðvør Klakstein hevur gjørt avtalu við felagið Mislata CF um at spæla við teimum komandi árið. Eyðvør spældi eisini í vár við Mislata CF, sum er felag í stórbýnum Valencia. Áður hevur Eyðvør umboðað norðurspanska felagið CD Mariño í eitt kappingarár, so hetta verður triðja kappingarárið hjá Eyðvør í sponskum fótbólti.
Mislata CF hevur fingið góða byrjan upp á nýggja kappingarárið. Í dag var sætta umfar, og Mislata vann 2-0 ímóti Murcia á heimavøllinum La Canaleta. Harvið hevur Mislata vunnið fýra dystir, spælt ein javnan og tapt ein í teimum fyrstu seks umførunum. 14 lið eru í deildini, og kappingin fevnir um 26 umfør.
Eftir seks umfør hava Levante, Juventut og Mislata 13 stig og liggja næst oddaliðnum Sporting, sum hevur vunnið allar dystirnar og hevur 18 stig.
Spæliloyvið hjá Eyðvør Klakstein kom upp á pláss fyri tveimum vikum síðani, og hon hevur spælt við í teimum báðum seinastu dystunum hjá Mislata. Í dag spældi Eyðvør allar 90 minuttirnar í sigrinum á Murcia.
Næsta vikuskiftið er frívikuskifti, tí tá verða landsdystir spældir kring Europa. Eyðvør er ein av spælarunum, sum er úttikin til føroyska landsliðið, sum skal spæla truplan útidysti ímóti Týsklandi.
Spælt verður aftur í sponsku kvinnukappingini tann 29. oktober. Tá skal Mislata CF spæla lokaldyst ímóti Valencia.