Eyðvør matchvinnari í Elche

Eyðvør Klakstein sparkaði trý stig heim til Valencia í dag

Eyðvør Klakstein og liðfelagarnir í Mislata CF spældu í dag í næstbestu sponsku fótbóltsdeildini. Eyðvør og tær høvdu tikið ferðina úr Valencia, haðani Mislata er, og suður til Elche at spæla.



Dysturin byrjaði sera illa fyri Mislata, tí tað vóru ikki meira enn stívliga fimm minuttir farnir, so hevði heimaliðið Elche skorað tvey mál. Í fyrra hálvleiki bendi einki á, at Mislata fór at megna at koma inn aftur í dystinum.




Í seinna hálvleiki kom Mislata fyri seg, og sum seinni hálvleikur leið, kom meiri broddur í álopsspælið. Mislata fekk tvey mál eftir deyðbóltar, sum Eyðvør legði inn fyri málið, og so stóð á jøvnum 2-2.




Eyðvør Klakstein gjørdist stóra hetjan, tá ið hon í yvirtíðini sparkaði bóltin í málið til 3-2, sum gjørdist úrslitið av dystinum. 




Mislata hevur eftir sigurin í dag 33 stig fyri 21 dystir og liggur sum nummar 7 í deildini, har 14 lið spæla. Eyðvør hevur spælt við Mislata síðani januar, og hetta var fjórði dysturin fyri nýggja felagið. Málið í dag var tað fyrsta. 




Næsta vikuskiftið skal Mislata CF spæla á heimavølli ímóti Murcia, sum liggur á sætta plássi í deildini.