HALLÓ
Hvørji eru útlitini?
- Tá vit eru komnir so langt, sum vit nú eina ferð eru, so hava vit eisini góðar vónir. Fiskaprísirnir eru hampiligir, men vit vóna, at teir fara at kvinka nakað uppeftir, so teir verða betri, enn teir hava verið seinastu tíðina.
Tað sigur Eyðvarur Petersen við Útvarpið hjá Kringvarpinum.
Hvussu nógv skal Fugltúgvan fiska fyri, um raksturin skal hanga saman?
- Ætlanin heldur fíggjarliga, um tað eydnast okkum at fiska fyri einar 12 miljónir krónur um árið.
Hvar fara tit at fiska?
- Fugltúgvan fer fyrst og fremst at royna undir Føroyum. Við keypinum fylgja 135 fiskidagar. Haraftrat eigur skipið eina kvotu undir Íslandi á 460 tons í rundari vekt.
Er skipið mannað?
- Enn er einki gjørt við at finna manning til skipið, men tað verður nú. 14 man verða við Fugltúgvuni, sigur Eyðvarur Petersen