Var tað rætt av Føroya Fiskimannafelag at strika eftirlønina hjá fyrrverandi formanninum, Óla Jacobsen? Tað er spurningurin, Føroya Rættur nú skal taka støðu til. Føroya Rættur er nú farin undir eitt drúgt og rúgvismikið rættarmál ímillum Føroya Fiskimannafelag um pensjónina hjá fyrrverandi formanninum. Fiskimannafelagið og Óli Jacobsen høvdu avtalað, at tá ið hann fylti 67 ár, skuldi hann fáa eina hálva arbeiðaraløn í pensjón frá felagnum. Men í apríl í fjør strikaði Fiskimannafelagið eftirlønina, við teirri grundgeving, at Óli Jacobsen hevði verið óloyalur ímóti felagnum. Tað vildi fyrrverandi formaðurin ikki góðtaka og stevndi Fiskimannafelagnum. Men áðrenn Føroya Rættur fór undir at viðgera málið í morgun, vildi dómarin fyrst hava at vita um nakar møguleiki var at finna semju ímillum partarnar, so at tað slapst undan ein drúgvum rættarmálið. Mn tað var tað ikki.
Les eisini: Tóku pensjónina frá Óla
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum staðfesti, at hann hevði onga heimild, tí tað var nevndin í Fiskimannafelagnum, sum hevði avgjørt at taka pensjónina frá fyrrverandi formanninum. Men hann varð sinnaður at mæla nevndini til at royna at finna eina semju, men úrslitið af teirri semingsroyndini skuldi leggjast fyri landsfundin hjá Fiskimannafelagnum til góðkenningar. Men tað vildi Óli Jacobsen ikki góðtaka. Hann vildi ikki góðtaka at royna eina semju, har úrslitið er so óvist sum hetta. Hann sipar til, at treytin má vera tann, at formaður og nevnd ikki skulu hava heimild at gera bindandi semju Skal semjan eisini leggjast fyri landsfundin til viðgerar, er púra óvist, hvat úrslitið verður og hann heldur ikki at tað ber til at fara undir at royna semju undir so óvissum umstøðum. Hetta tók dómarin til eftirtektar og í morgun eru partarnir so farnir undir sjálva málsviðgerina. Og tað verður væntandi eitt drúgv viðgerð, tí partarnir leggja fyri við at skjølum, sum ganga heilt aftur til 1970 og so arbeiða teir seg frameftir. Føroya Rættur hevur sett tveir dagar av til málið, men enn er óvist, nær dómurin fellur.
|