Eyðun Samuelsen og Ingvar Guðjónsson hava fingið nýggja og spennandi altjóða uppgávu.
Teir skulu døma seinnu fjórðingsfinaluna í Challenge Cup millum belgiska liðið United HC Tongeren og pólska liðið KS ”Azoty-Pulawy”.
Dysturin verður spældur í býnum Tongaren, sum liggur í landsyningspartinum av Belgia.
Hetta er fyrstu ferð, at Eyðun Samuelsen skal døma fjórðingsfinalu í slíkari kapping, og hetta verður mett sum ein týðandi og stór uppgáva at fáa.
Dysturin verður spældur 22. mars.