Eyðun: Stórar og krevjandi avbjóðingar

U21-landsliðið: – Vit eru komin í ein sterkan og spennandi bólk, sigur Eyðun Klakstein

U21-landsliðsvenjararnir hjá Hvítarusslandi, Føroyum, Grikkalandi, Portugal og Andorra – Mynd: www.FSF.fo

Nú er greitt, hvørjum føroyska U21-landsliðið skal spæla ímóti í komandi EM-undankapping. Føroyar komu í bólk G, saman við Portugal, Kroatia, Grikkalandi, Hvítarusslandi og Andorra.

 

– Vit eru komin í ein sterkan og spennandi bólk, har spælararnir veruliga sleppa at royna seg. Avbjóðingarnar vera stórar og krevjandi, men vit halda okkum hava góðar møguleikar at vinna dystir og stig.

 

Soleiðis sigur venjari hjá U21-landsliðnum, Eyðun Klakstein, eftir at tað er vorðið greitt, hvørjum londum føroyska U21-landsliðið skal spæla ímóti í komandi EM-undankapping.

 

Hósmorgunin var lutakast í Nyon í Sveis, og har háttaði tað seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk G, saman við Portugal, Kroatia, Grikkalandi, Hvítarusslandi og Andorra.

 

Fyri Eyðun Klakstein og hinar á U21-landsliðnum verður byrjað á heimavølli í summar, tá Andorra fríggjadagin 16. juni vitjar í Føroyum. Sambært leikskránni verða fimm dystir spældir í ár og fimm í 2024, og tað passar landsliðsvenjaranum hampuliga væl.

 

– Vit hava fingið eina hampuliga góða dystaskrá, so vit hava góðar møguleikar at fyrireika okkum væl til teir tíggju dystirnar. At spæla fimm dystir í ár, og hinar fimm komandi ár passar okkum eisini væl, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.

 

Skráin:

 

16. juni Føroyar – Andorra

 

7. sept. Hvítarussland – Føroyar

 

12. sept. Føroyar – Kroatia

 

17. okt. Andorra – Føroyar

 

16. nov. Grikkaland – Føroyar

 

2024:

 

21. mars Portugal – Føroyar

 

5. sept. Kroatia – Føroyar

 

10. sept. Føroyar – Grikkaland

 

11. okt. Føroyar – Portugal

 

15. okt. Føroyar – Hvítarussland

 

U21-landsliðsvenjararnir hjá Hvítarusslandi, Føroyum, Grikkalandi, Portugal og Andorra – Mynd: www.FSF.fo