Eyðvør trífaldur málskjútti í Spania

Fyrrverandi KÍ spælarin gekk á odda, tá ið hon við trimum málum syrgdi fyri størsta CD Marino sigrinum í ár

Eyðvør Klakstein var hetjan í spanska kvinnuliðnum hjá CD Marino í dag. Liðið spældi á heimavølli ímóti Penas Oscenses í næstbestu sponsku kvinnudeildini, og hóast dysturin byrjaði illa, endaði alt við sigursrúsi hjá heimaliðnum.

Eftir lítlari løtu løgdu gestirnir seg fram 2-0, og so tað heilt svart út hjá Eyðvør og teimum, tí liðið hevur havt trupult við at skora mál í kappingini higartil. Verjuparturin hevur verið góður, og tí ert tað blivið til fimm javnleikir í teimum 9 dystunum.

Men í dag fekk CD Marino rættiliga gongd á málskjótingina, og fyri hálvleik eydnaðist tað við fýra málum fullkomiliga at venda gongdini . Tvey av hesum málum skoraði Eyðvør Klakstein. Tá ið hon stutt eftir steðgin skoraði fyri triðju ferð, var sigurin tryggjaður. Úrslitið gjørdist 6-3.

Eyðvør var í útgangsstøðu á miðvøllinum, men síðani varð hon flutt í álopið, og tá megnaði hon saman við liðfeløgunum fult og heilt at venda gongdini frá 0-2 og til 6-2.

CD Marino er nú nummar 8 í næstbestu deildini. Liðið hevur vunnið tvær ferðir, spælt fimm ferðir javnt javnar, og tvær ferðir er tað endað við tapi. Eyðvør hevur skotið fýra mál í átta dystum fyri CD Marino.