Eygnavitni: Tað var sum ein ræðufilmur

- Eg sá eina kvinnu halda eitt smábarn út gjøgnum vindeygað, sigur eygnavitni til stóreldin í London. Minst seks fólk eru deyð

Skakandi stóreldurin í London í nátt og morgun hevur kravt fleiri mannalív. Myndugleikarnir siga nú, at minst seks fólk eru deyð, men roknað verður við, at talið fer at økjast, tá ið fult tamarhald og yvirlit er fingið á støðuni.

Tað var stutt eftir midnátt, at eldur kom í íbúðarblokkin Grenfell Tower, sum liggur í vestara parti av London. Háhúsini eru í 24 hæddum, og umleið 140 íbúðir vóru í bygninginum. Tað er ikki greitt, hvussu nógv fólk vóru stødd í Grenfell Tower, tá ið eldurin kyknaði, men mett verður, at talan var um fleiri hundrað.

Eldurin spreiddi seg skjótt, og eftir lítlari løtu stóð allur bygningurin í ljósum loga.

Eygnavitni hava greitt BBC frá skakandi tilburðinum í nátt.

- Tað var sum ein ræðufilmur. Eg sá ein persón detta út úr bygninginum, og eg sá eina kvinnu halda eitt smábarn út gjøgnm vindeygað. Eg hoyrdi eisini nógv skríggj, sigur Jody Martin við BBC.

Michael Paramaseevan, sum búði á sjeyndu hædd saman við unnustuni og lítlu dóttrini, sigur, at hann gekk ímóti boðunum hjá myndugleikunum um at verða verðandi í íbúðini. 

- Høvdu vit verið verðandi heima, høvdu vit ikki yvirlivað. Mín kensla var, at eg skuldi fáa okkum út. Eg ballaði gentuna inn í eitt klæði, tí tað var so nógvur roykur, og so fóru vit út, sigur hann við BBC.

Myndugleikarnir stúra fyri, at íbúðarblokkurin kann rapa, og tí verða fólk biðin um at halda seg burtur frá økinum.