Eykamenninir skoraðu málini

Hóast AB í seinna hálvleiki royndi at svara aftur, so var heimasigurin hjá KÍ ongantíð hóttur

Við 2-0 heimasigri ímóti AB hevur KÍ í kvøld lyfti seg fram á triðja plássið.

Heilt avgerandi var tað, at klaksvíkingar longu í triðja minutti fingu hol á. Jonn Johannesen stútaði bóltin í málið eftir upplegg ella rættari framlegging úr høgru frá Odmar Færø.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti KÍ um munin til 2-0. Málskjútti var Boris Dosljak. Páll A. Klettskarð royndi seg við skoti, AB málverjin hálvbjargaði, og so var Boris Dosljak í røttu løtu á rætta staðnum.

Eftir steðgin royndi AB at svara aftur, og onkra ferðina var tað um reppið, at støðan varð spent í brotsteiginum hjá heimaliðnum, uttan at heilt stóri møguleikin spurdist burturúr. Kristian Joensen í KÍ málinum var tryggur í luftspælinum, og sum tíðin leið, hevði KÍ betri tak á tí, og tað vóru møguleikar at økja um leiðsluna. Eitt nú sendi Patrik Johannesen bóltin í innaru síðu á stólpanum. Patrik hevur ofta rakt stong og tvørtræ higartil í ár.

-Akkurát sum, tá ið vit fyrr í ár vóru á heimavølli, skoraði KÍ beinanvegin ímóti okkum. Men hóast teir øktu til 2-0, so megnaðu vit at reisa okkum. Hugburðurin var góður, og vit megnaðu at trýsta teir. Styrkin hjá teimum er, at teir duga væl at leggja bóltar í luftini, og at teir tí eru tryggir og standa væl í verjuni. Vit royndu at vinna bóltin frammarlaga á vøllinum, so tað var styttri til málið hjá teimum, og tað eydnaðist viðhvørt, men tað eydnaðist tíverri ikki at fáa mál, staðfestir AB miðvallarin Rógvi Poulsen.

Tveir av annars føstu monnunum hjá KÍ – Ísak Simonsen og Ole Erik Midtskogen – sótu alla tíðina á beinkinum, og Jákup B. Andreasen og Deni Pavlovic vóru leikbannaðir. Tað bar við sær, at eina stóra løtu fram ímóti dystarenda vóru Steinbjørn Olsen og Dávid Langgaard á sentrala miðvøllinum.

Boris Dosljak og Jonn Johannesen, sum ofta hava verið á beinkinum, vóru millum teir fyrstu ellivu, og teilr tóku av og skoraðu málini.

Fram ímóti dystarenda varð Gulak A. Jacobsen fyri fyrstu ferð skiftur inn á besta KÍ liðið.

-Vit fegnast um sigurin, og tað var fín kensla, at vit skoraðu beinanvegin. Men vit kunnu ikki siga, at hetta var gott avrik hjá okkum. Tað var fokuspunkt, at tað skuldi eydnast at verja væl, og tíbetur hildu vit tætt í verjuni, og vit taka hattin av fyri AB, sum stríddist sera væl, og í løtum spældi væl, sigur Jóannes Bjartalíð, sum í kvøld var liðformaður hjá KÍ.

Hjá AB varð nýggi belgiski spælarin, Hannes Deboes, skiftur inn, tá ið hann eitt korter undan leikloki avloysti Bjarna Skála. Rógvi Poulsen var á vøllinum alla tíðina, og Adeshina Lawal hevur ikki serliga stóran leiklut á liðnum. Hann varð ikki skiftur inn fyrr enn, tá ið ein stórur tími var farin.

 

KÍ – AB 2-0 (2-0)

1-0: Jonn Johannesen 3.

2-0: Boris Dosljak 27.

Dómari: Rúni Gaardbo

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Jesper Brinck, Dávid Langgaard (Børge Petersen, 75.) – Boris Dosljak, Jóannes Bjartalíð, Steinbjørn Olsen, Patrik Johannesen – Jonn Johannesen (Ólavur Niclasen, 57.), Páll A. Klettskarð (Gulak A. Jacobsen, 90.)

Gult kort: eingin

Venjari: Mikkjal Thomassen

AB: Bjarki Vitalis Mørk – Dánjal Reginsson, Eli Christiansson, Sørin Samuelsen, Asbjørn Heðinsson – Rógvi Poulsen, Bjarni Skála (Hannes Deboes, 76.) – Bartal S. Petersen (Tóki á Lofti, 68.), Janus Svabo Samuelsen (Adeshina Lawal, 62.), Jasper Van Der Heiyden – Bjarki C. Nielsen

Gult kort: Jasper Van Der Heiyden

Venjarar: Tonny Brimsvík og Símun Samuelsen

NSÍ13102128632
HB121011301031
13922341729
B3612912391528
Víkingur12624211620
ÍF12615162219
EB/Streymur122196227
TB121387166
AB130498354
Skála1301127371

 

 18. umfar

Hósdagin 23. juli

HB - B36

28. august

EB/Streymur - ÍF

TB - Víkingur

 

13. umfar

Mánadagin 27. juli

NSÍ - KÍ

Skála - EB/Streymur

AB - ÍF

Ólavsøkuaftan - týsdagin 28. juli

HB - TB

Ólavsøkudag - mikudagin 29. juli

B36 - Víkingur