Samgongan ætlar nú, at hereftir skulu inntøkurnar frá búfólkið á ellis- og røktarheimum ikki longur fella til ellis- og røktarheimið, har tey búgva, men tað skal fara beint í landskassan Orsøkin til, at inntøkur frá búfólkum ikki longur skulu fella til einstaka røktarheimið, har búfólkið býr, men til at fíggja eldrarøktina sum heild, er, at tað skal betra um fíggjarstýringina og gjøgnumskygnið.
Kommunusamskipan Føroya sigur, at uppskot er lagt fyri tingið um hetta og hetta er eisini við í fíggjarlógarviðgerðini fyri næsta ár.
Men ætlanin er eisini at hækka sjálvt gjaldið frá búfólkunum bæði á ellis- og røktarheimum og á eldrasambýlum.
- Tað er greitt, at høvuðsendamálið er, at búfólkini skulu gjalda meira ? tó ikki til teirra egna búpláss og trivnaðin har, men at gjaldið skal beinleiðis í landskassan, sigur Kommunusamskipan Føroya í harðligum mótmæli ímóti ætlanini.
Hesum mótmælir Kommunusamskipan harðliga, tí felagsskapurin heldur, at gjaldið frá búfólkunum er ískoyti til virksemið hjá ellis- og røktarheiminum, tey sjálvi búgva í, og sum leiðslurnar á staðnum eiga at hava ræðið á.
- At miðsavna hesar inntøkur og leggja tær undir fult ræðið á landsstýrinum til tess at fíggja eldrarøktina sum heild við, er einki annað enn at áleggja búfólkunum ein eykaskatt.