Eykaskattur til búfólk á stovnum

Nú verður dýrari at búgva á ellis- og røktarheimum og øðrum stovnum.
Harafturat skal egingjaldið ikki longur koma ellis- og røktarheiminum, har pensjónisturin býr, til góðar, men skal beint í landskassan

Nú skulu summi av teimum, sum búgva á ellis- og røktarheimum og øðrum stovnum, betala meiri fyri plássið.

Tað ætlar samgongan.

Tí hevur samgongan nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at egingjaldið fyri at búgva á stovni, skal hækka.

Samstundis er ætlanin, at hereftir skulu inntøkurnar frá búfólki ikki longur koma stovninum, har tey búgva, til góðar, men tað skal fara beint í landskassan.

Orsøkin til, at inntøkur frá búfólkum ikki longur skulu fella til tann einstaka stovnin, men til at fíggja eldrarøktina sum heild, er, at tað skal betra um fíggjarstýringina og gjøgnumskygnið.

Hesum mótmælir Kommunusamskipan Føroya harðliga.

Felagsskapurin heldur, at gjaldið frá búfólkunum skal vera eitt ískoyti til virksemið hjá ellis- og røktarheiminum, tey sjálvi búgva í, og sum leiðslurnar á staðnum eiga at hava ræðið á.

- At miðsavna hesar inntøkur og leggja tær undir fult ræðið á landsstýrinum til tess at fíggja eldrarøktina sum heild við, er einki annað enn at áleggja búfólkunum ein eykaskatt, sigur Kommunusamskipan Føroya.

Harumframt heldur felagið, at ælanin gongur beint ímóti ætlan landsstýrisins at leggja eldrarøktina til kommunurnar at fyrisita og fíggja. Kommunusamskipanin metir, at uppskotið tí bert fer at fløkja økið enn meir.

Les eisini greinina: Pensjónistar onki ímóti at betala eyka