Renning
Í samstarvi við Højgaards Handilsvirki skipar Ítróttafelagið Roysnið fyri rennikapping á Eystanstevnu. Kappingin verður hildin fríggjakvøldið 14. juni. Seinastu árini hevur hendan kappingin verið ein fastur partur av skránni á stevnuni. Einir 60 luttakarar vóru í fjør.
Kappast verður í 6 ymiskum aldursbólkum, 4 hjá børnum og 2 hjá teimum vaksnu.
RUTURNAR
Børnini byrja øll áraka VVS-virkinum hjá P/F Zacharias Leitisstein. Tveir teir yngstu aldursbólkarnir renna út eftir keiini (Fjøruvegi), venda runt eina keylu og renna so aftur til startin. Smærru børnini renna hesa leið einferð, meðan tey størru renna tvær ferðir. Hesir teinar eru ávikavist uml. 350 og 700 m til longdar.
Tveir teir eldru aldursbólkarnir hjá børnum byrja sama stað, men renna hinvegin, niðan móti Sjómansheiminum eftir Fjøruvegi, sneiða til høgru eftir Heiðavegi til rundkoyringina, sneiða til høgru eftir Rókarvegi, sneiða til høgru inn á Fjøruveg og koma so á mál, har tey byrjaðu. Hesin teinurin er einar 1300 m til longdar.
Kappingin hjá børnunum er annað umfar av Grand Prix kappingini, sum fevnir um fýra umfør og endar á Ólavsøku. Fyrsta umfar var á Norðoyarstevnu, men av tí at bert trý tey bestu úrslitini hjá hvørjum einstøkum rennara telja við í samlaðu kappingini, ber enn til at gera seg galdandi, um man tekur lut í seinastu trimum kappingunum: á Eystanstevnu, Vestanstevnu og Ólavssøku.
Undan kappingini á Eystanstevnu liggja hesi á odda í kappingini hjá børnum:
Nr.Gentur ?7Dreingir ?7Gentur ?10Dreingir ?10Stig
1Gunnvá G. JacobsenJohn Viljam JohannesenLouisa ØsterøIvan Joensen40
2Jórunn HansenBetuel HansenKirstin HansenSigmund Olsen34
3Lydia U. MarstenDavid LanggaardJudit HansenRói Clementsen30
Nr.Gentur ?13Dreingir ?13Gentur ?17Dreingir ?17Stig
1Marin í DaliRobin JønssonMaria í Skorini Jacobsen40
2Randi G. JacobsenJan Elmar SørensenSúsanna D. Jákupsdóttir34
3Jenny SvaboBerint KalsøKristin Gerðalíð30
Tey vaksnu renna 10 km. Hóast øll byrja í senn, fevnir kappingin um tveir aldursbólkar: vaksin fødd í 1984 ella fyrr, og vaksin fødd í 1956 ella fyrr. Starturin er sum vant á Heiðavegi niðanfyri Brotið. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á Fjøruveg. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðanaftur á Heiðaveg inni við Føroya Banka. Hendan leiðin skal rennast 9,5 ferðir. Seinastu ferð verður komið á mál við Sjómansheimið.
Kappingin hjá teimum vaksnu er samstundis 3. umfar í Grand Prix kappingini í renning, sum DSF, Deildarsambandið fyri Súkkling og Frælsan ítrótt, skipar fyri. Støðan eftir tvey umfør er henda:
Nr.KvinnurStigMennStig
1Rigmor N. Arge80Bogi Lenvig80
2Sólfríð Fjallsbak40Cecil Weihe60
3Brindis Weihe39Bogi Joensen46
HEIÐURSMERKIR OG STEYP
Timburhandilin í Runavík letur steyp til vinnandi kvinnuna og mannin, meðan 1, 2 og 3 í øllum bólkum fáa heiðursmerki.
TILMELDING
Tilmelding fer fram við Sjómansheimið í seinasta lagi hálvan tíma áðrenn renningarnar byrja,. Luttøkugjaldið er kr. 20 fyri børn og kr. 30 fyri vaksin. Øll eru vælkomin at verða við, og vóna fyrireikarnir, at undirtøkan verður minst líka góð sum seinasta ár.