Eystureuropa bíðar eftir B36

Um tað eydnast árstalsfelagnum at vinna ímóti The New Saints verður næsta mótstøðuliðið á útivølli í Eystureuropa

Hjá B36 snýr tað seg nú um stóru avbjóðingina, sum tað verður, tá ið The New Saints verður gestur her í Føroyum. Tað verður hósdagin 17. september, og B36 venjarin, Jákup á Borg, segði við in.fo, tá ið tað var greitt, at B36 skuldi hitta walisiska liðið, at møguleikin als ikki skal útihýsast fyri, at tað skal eydnast B36 at vinna seg víðari í kappingini.

Í dag varð drigið um, hvør mótstøðan verður, um tað fer at eydnast B36 at vinna seg víðari í kappingini.

Nú var hepnið ikki við B36. Bæði tí dysturin 24. september verður á útivølli – um tað eydnast B36 at vinna seg víðari í kappingini, og tí mótstøðuliðið má roknast at vera væl stinnari enn B36.

Lutakastið lagaði tað soleiðis, at vinnarin av dystinum millum B36 og The New Saints skal spæla ímóti vinnaranum av uppgerðini millum CSKA Sofía úr Bulgaria og BATE Borisov úr Hvítarusslandi.

Hetta eru feløg, sum ikki áður hava dystast við føroysk feløg. Talan er um feløg, sum javnan hava verið í bólkaspælinum í stóru europeisku kappingunum.

B36 hevur fleiri ferðir gjørt bart í Europa. Soleiðis var tað hósdagin í síðstu viku, tá ið moralurin var í toppi, og tað eydnaðist B36, eftir at hava ligið undir 1-0 og 3-2, at vinna 4-3.

Eydnast tað 17. september at basa The New Saints, so eigur møguleikin ikki at verða avskrivaður, at B36 enn einaferð fer at gera bart.