Eysturríki í bíðirøð hjá Jógvan Martini

Tá føroyski landsliðsvenjarin í síðstu viku luttók á fundi fyri landsliðsvenjarar í Wien, var tað næstan eingin endi á, hvussu nógv fjølmiðlafólk úr Eysturríki vildu vita um føroyska landsliðið

Fótbóltur

 

Í síðstu viku vóru landsliðsvenjarar stevndir saman til fundar í eysturríkska høvuðsstaðnum Wien. Europiska fótbóltssamgongan UEFA var vertur, og stevnan varð hildin í kjalarvørrinum av EM endaspælinum, sum fyrr í summar var í Eysturríki og Sveis.

Millum mongu luttakararnar var føroyski venjarin Jógvan Martin Olsen, sum leygardagin fyri seinastu ferð fer at hava ábyrgdina av landsliðnum á heimavølli.

Føroyski venjarin hevur fleiri ferðir áður luttikið í slíkum stevnum, sum eru á skránni annað hvørt ár, men hann hevur ongantíð kent sovornan útlendskan áhuga fyri føroyska landsliðnum, sum hann hesa ferð kendi tað frá pressuni í Eysturríki.

- Tað vóru nógv fjølmiðlafólk, sum vildu vita, hvussu tað stendur til á føroyska landsliðnum. Og um vit rokna við, at tað fer at bera til nú leygardagin at endurtaka tað, sum eysturríkarar minnast so væl kom fyri í Landskrona fyri átjan árum síðani, greiðir Jógvan Martin Olsen frá.

Á miðdegi í dag fóru venjarin og spælararnir undir fyrireikingarnar til stóru avbjóðingina, sum tað verður, tá ið Eysturríki seinnapartin leygardagin verður mótstøðuliðið.

Hvat svaraði tú eysturríksku pressuni?

- Tað sama, sum eg fari at siga við spælararnar og við allar føroyingar. Tað er, at tað er týdningarmikið, at vit hava í huga, hvørjar fyritreytirnar vóru í 1990 bæði hjá eysturríkska liðnum, sum stutt frammanundan hevði luttikið í HM endaspæli í Italia. Og hvørjar fyritreytirnar vóru hjá føroyska liðnum, sum ongantíð áður hevði luttikið í undankappingardysti.

- Ta ferðina høvdu okkara spælarar hundrað prosent fokus á stóru uppgávuni, sum var fyri framman, og tað hevði stóran týdning. Um vit megna at halda okkum til sama útgangsstøði og sama fokus, sum Føroyar høvdu fyri átjan árum síðani, so verður útgangsstøðið leygardagin, sum tað eigur at verða, staðfestir venjarin.

 

Føroyar vekja ans

Á FIFA listanum hevur føroyska liðið ongantíð verið niðari, enn tað nú er tað. Orsøkin er sjálvandi tann, at úrslitini ikki hava verið nóg góð til at hildið tørn um plaseringina, sum fyri ikki so nógvum árum síðani var á 112. plássi á FIFA listanum ella næstan 90 pláss hægri, enn liðið nú er at finna.

Tá Føroyar síðst spældu á heimavølli, var tað ímóti Rumenia. Tá var stórur dentur lagdur á verjuspælið, og tað var ikki frítt, at tepra 1-0 tapið og royndin síðsta hálva tíman at javna vakti ans kring heimin.

21. november í fjør var føroyska liðið í Modena í Italia. Tá var úrslitið 3-1 til italsku heimsmeistararnar.

Millum teir landsliðsvenjararnar, sum luttóku á fundinum í Wien, og sum føroyski venjarin prátaði við, var venjarin hjá enska landsliðnum. Tað er italiumaðurin Fabio Capello.

Tá Føroyar fyri knøppum ári síðani spældu í Modena, var Capello viðmerkjari hjá sjónvarpinum, og nú hann hitti føroyska venjaran, endurtók hann skoðsmáli, sum hann segði seg hava givið føroyska liðnum í italska sjónvarpinum:

- Fokus hjá honum var ikki á italsku heimsmeistarunum, men heldur á føroysku amatørunum. Hann hevði á orði, at okkara lið var sera væl skipað og við røttum hugburði og fokus. Sjálvandi er tað hugaligt at hoyra ein sovornan kapasitet geva okkara liði eitt sovorðið skoðsmál. Eg var sera væl nøgdur við hugburðin og avrikið í Italia. Vit vóru hundrað prosent savnaðir um uppgávuna. Verjuparturin var sera væl frágingin. Samstundis megnaðu vit at spæla okkum til málmøguleikar, og Rógvi skoraði eitt mál. Um vit fáa fatur í hesum leygardagin, vera væl skipaðir og samstundis lúra eftir møguleikunum, so hava vit tikið fyrsta stigi ímóti møguleikanum fyri, at úrslitið ímóti Eysturríki fyri átjan árum síðani kann endurtakast, sigur Jógvan Martin Olsen.

Stevnan í Wien var frá næstsíðsta sunnukvøldi og til mikudagin fyri einari viku síðani. Millum teirra, sum løgdu fram, vóru eisini brasilski Carlos Perreira og Aragones úr Spania.