Fáa meiri burturúr feskum fiski

Á tekniska skúla í Klaksvík verður ein áhugaverdur fundur týsdagin 9. mars, har ljós verður varpað á, hvussu kann gerast fyri at fáa meiri burtur úr tilfeinginum av feskum fiski

Klaksvík:
Á fundinum kemur millum annað Kári Hansen, reiðari á útróðrarbátinum Grunningi at greiða frá. Hann hevur arbeitt við hesum málinum í eina tíð og eru broytingar framdar umborð á Grunningi við atliti til innrætting, útbúnað og mannagongdum, sum gera tað lættari at fáa fiskin skildan eftir vekt, stødd og góðsku.
Til at stýra hesum, hevur Com-Data ment ein telduskipan (VML), sum skrásetur og skjalfestir allar upplýsingarnar um fiskaríið hjá Grunningi.
Á fiskivinnufundinum 9. mars verður møguleikin fyri at fáa meiri burtur úr feska fiskinum við útgangsstøði í royndunum, sum Grunningur higartil hevur gjørt, viðgjørdur.
Eisini verða umboð frá fiskivinnuni við á fundinum, umframt at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø eisini er boðin við.
Og umboð frá Com-Data og Looknorth fara somuleiðis at greiða frá ávíkavist telduskipanini og menning av pakkitilfari. Fundurin byrjar klokkan 19.