Fáa Ísland og Luksemburg

Tað er nú greitt, at føroyska fótbóltslandsliðið fær tveir venjingardystir komandi vár

Fótbóltur

 

Umframt at fylgja við í sjálvum lutakastinum, sum var í Durban í Suðurafrika, nýttu FSF-umboðini eisini møguleikan at fáa sær nøkur mótstøðulið, nú fótbóltsárið ikki hevur undankappingaruppgávur fyrr enn á heysti 2008.

Og hetta hevur eisini borið ávøkst. FSF boðar nú frá, at tað hevur eydnast at fáa tveir venjingardystir til føroyska landsliðið. Tann fyrri av hesum verður á útivølli móti Íslandi í mars mánaði, og eftir øllum at døma verður hesin dysturin ístaðin fyri árligu venjingarleguna á la Manga í Spania. Ein venjingarlega, har føroyska landsliðið ikki hevur spælt nakran veruligan landsdyst seinnu árini.

Seinni dysturin verður á heimavølli móti Luksemburg, og verður hesin væntandi um mánaðarskiftið apríl/mai.