ÍF annað beinið í bestu deildini

2. deild

Tað skal vilja meiri enn illa til, um tað ikki fer at eydnast hjá ÍF. Teir hava alt kappingarárið verið fremstir í næstbestu deildini, og leygardagin tóku teir eitt stórt fet ímóti 1. deild, har teir ikki hava átt pláss síðani í 1999.
Hesa ferð vóru teir á Tvøroyri, har einasta liðið, sum tóktist eiga einasta møguleikan at taka ÍF aftur, ikki megnaði at standa royndina.
ÍF vann 5?2, og venjarin, Sigfriður Clementsen, orðar tað soleiðis:
? Vit hava tríggjar match bóltar, og kanska fáa vit hjálp frá onkrum øðrum, sum hevur møguleika at vinna á teimum, sum eru aftanfyri okkum. Men tá ið tað hevur roynst so væl higartil, sum tað hevur, so eiga vit sjálvir at vera menn fyri at syrgja fyri uppflytingini, heldur ÍF venjarin, ið sigur seg vera sera væl nøgdan við sínar spælarar leygardagin.
TB kom á odda, tá ið ÍF miðverjin, Viggo Johannesen, var so óheppin at fáa flatt innlegg á fótin, men ÍF svaraði skjótt aftur.
Høgni Zachariasen sendi úr 21 metrum og eitt vet til høgru fríspark í handara síðunetið, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra umfarinum.
Í 2. hálvleiki leikaði tað leingi javnt á. Men tá ið ÍF hevði lagt seg framum gekk tað skjótt. Hanus Eliasen fór ímillum Óla Johannesen og Jon Johannesen og setti framvið málverjanum. Tá restaðu tað tjúgu minuttir, og sjey minuttir seinni var 4?1. Triðja málið skoraðiKen Bærentsen upp á brotsspark, eftir at Hanus Eliasen varð feldur, og fjórða málið skoraði Eyðoluvr R. Petersen. TB rangstøðufellan hjá TB kiksaði, Eyðolvur gjørdist leysur úr høgru og lyfti hegnisliga upp um málverjan, tá ið hesin kom út ímóti.
Óli Johannesen stútaði til 4?2 eftir horna, og Høgni Zachariassen setti punktum fyri sannførandi ÍF sigri. TB misti bóltin, tá ið teir vóru á veg í álop, og miðvallarin Høgni Zachariassen, sum megnar sera væl at sparka til bóltin, sendi úr fjøruti metrum og upp um málverjan. Ei undur í, at ÍF legan stórfegnaðist.
Leygardagin fær ÍF vitjan av AB, so skulu teir til Leirvíkar, áðrenn teir runda av við Sumba á heimavølli. Tá fara fuglfirðingar heilt víst at fáa gullkrónurnar um hálsin, tí teir hava vunnið næstbestu deildina. Hvussu tað fer at hilnast í bestu deildini fer at valdast um fyritreytirnar. Einki er at ivast í, at í Fuglafirði eru teir longu farnir at hugsa um næsta kappingarár.
Á Tvøroyri vóna teir framvegis, at tað skal bera til at vinna næstfremsta plássið. Nú skulu teir vil Vágs, so fáa teir vitjan av KÍ, áðrenn teir í síðsta umfarinum skulu til Sands.

TB?ÍF 2?5 (1?1)
1?0: sjálvmál
1?1: Høgni Zachariassen
1?2: Hanus Eliasen
1?3: Ken Bærentsen br
1?4: Eyðolvur R. Petersen
2?4: Óli Johannesen
2?5: Høgni Zachariassen