Tá mótstøðuliðið hevur leikarar sum Andrea Pirlo, Daniele De Rossi, Thiago Motta og Antonio Cassano á liðnum, umframt at teir leggja trýstið høgt, so verður torført hjá einum føroyskum landsliðið at fáa nakað samanhangandi spæl.
Tað var sjáldan ,at føroyska liðið gjørdi eina avlevering, ið ikki var ætla til at byggja upp eitt álop, meðan italsku gestirnar fyri tað mesta høvdu hug at vita hvør kláraði at fáa flestar rættar avleveringar.
Verjan valdi tað trygga
Longu í fyrsta minutti misti føroyska miðverjan bóltin í eini avspæling. Tað mundi enda við einum máli. Eftir hetta valdi verjan tað tryggu loysnina at kalla hvørja ferð. Føroyska verjan varð eisin undir trýstið frá byrjan til dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð.
Alíkavæl megnaðu teir fýra aftastu at sleppa av við bóltin 30 á rættan hátt. Flestar av teimum hevði Jóhan T. Davidsen, sum spældi á vinstra bakki. Tær flestu vóru niðan á Pól Jóhannus Justinussen, ið nytti styrkina at halda upp á bóltin.
Fáar men skapandi
Miðvøllurin var eisini undir stórum trýsti allan dystin og tí blivu tað ikki til fleiri 45 rættar avleveringar frá miðvøllinum. Tær allarflestu av hesum vóru tó skilagóðar og skapandi avleveringar.
Serliga Súni Olsen, Hjalgrím Elttør og seinni innskifti Atli Danielsen høvdu fleiri skapandi avleveringar. Skal ein avlevering veljast burtur úr, so má tað verða innleggið hjá KÍ liðskiparinum, Hjalgrím Elttør, tá hann legði bóltin innfyri til Christian L. Holst, ið stútaði á tvørstongina.
Bólttryggir framherjar
Bæði Jóan Símun Edmundsson og Christian L. Holst hava frálíkan bóltførleika og valdu eisini fleiri ferðir at bjóða italsku verjuni av. Tí blivu avleveringar ikki so nógvar í tali, men tølini vísa, at Christian L. Holst hevði ein betri seinna hálvleik. Toftamaðurin var hinvegin javnt góður hvat avleveringum viðvíkjur yvir báðar hálvleikirnar.
- - -
Niðurstøðan:
Eitt tað besta landsliðsavrikið í nýggjari tíð og tølini vísa, at tað krevur bara nakrar fáar avlevering at skapa ein møguleika. Og tað duga okkara væl!.