Tað var eingin slingur í valsinum. Áskoðarafjøldin var størri í Fuglafirði leygardagin, enn hon plagar at vera, og Sigfríður Clementsen og hansara menn sviku ikki. Áskoðararnir tevjaðu 1. deild, og hálvan tíma eftir fyrsta bríksl var tað greitt, at ÍF næsta kappingarár verður aftur í fremstu røð, eftir at fremsta fótbóltsfelagið í Eysturoy í seksti og sjeyti árunum hesi seinastu árini hevur staðið heilt í skugganum av fimm ella seks øðrum feløgum í oynni.
AB hevði lítið at siga fyrsta hálva tíman, tá ið ÍF skoraði trý mál, sum øll vóru rættuliga góð. Høgni Zachariasen, sum hevur ment seg heilt nógv í hesum kappingarárinum, legði upp til tað fyrsta og skoraði sjálvur tað næsta. Í fyrra førinum legði hann innfyri úr vinstru til liðformannin, Eyðolv R. Petersen, sum úr eitt sindur spískum fluktaði framvið Egini Høgnesen í AB málinum, og í seinna førinum sneiddi miðvallarin framvið trimum ella fýra mótstøðumonnum, áðrenn hann úr ellivu metrum setti framvið málverjanum og umvegis stólpan skoraði til 2?0.
ÍF stóð hesa løtuna á øllum, og Eyðolvur R. Petersen setti punktum fyri málskjótingini hjá heimaliðnum. Eyðun Rygshamar spældi hann leysan í høgru, skjóti síðuspælarin megnaði at halda verjuspælaran aftanfyri seg, og tá ið málverjin kom út ímóti lyfti hann upp um hann og í málið.
Eftir steðgin tóktist tað sum um fuglfirðingarnir á og kring vøllin mest hugsaðu um at bíða eftir síðsta bríkslinum. Jan B. Jørgensen, sum í síni tíð var í NSÍ álopinum, og sum í fjør hjálpti fuglfirðingum, pyntaði um úrslitið fyri AB, ið hevur ásannað, at teir í hvussu so er eitt ár afturat mugu vera í næstbestu deildini. Málið fekk Jan, eftir at Fróði Poulsen í ÍF málinum í fyrstu atløgu hevði hálvbjargað skotroynd.
ÍF hevur vunnið næstbestu deildina, men teir ætla sær at taka tær báðu uppgávurnar, sum standa fyri framman, í tí álvara, sum teir halda, at teir sjálvir, viðhaldsfólkini og ikki minst hini liðini í 2. deild mugu rokna við, at teir gera. Leygardagin skulu teir til Leirvíkar, har LÍF stríðist fyri lívinum, og so fara teir á heimavølli at runda av ímóti Sumba, sum framvegis hevur møguleika at røkka næstfremsta plássinum og harvið endaspælinum um eitt pláss í bestu deildini.
AB eigur VB á heimavølli og KÍ á útivølli. Takið hjá argjamonnum er at halda hesum báðum feløgunum aftanfyri seg á samlaðu støðutalvuni.
Dysturin í tølum
ÍF?AB 3?1 (3?0)
1?0: Eyðolvur R. Petersen
2?0: Høgni Zachariasen
3?0: Eyðolvur R.Petersen
3?1: Jan B. Jørgensen
Mynd: ÍF?arar jubla
Eftir dystin var frøin á leikarum og viðhaldsfólkum sjálvsagt ovurstór. ÍF hevur nú aftur lið í bestu føroysku mansdeildini í fótbólti