ÍF dømt at tapa

Tilætlað brot á lógina kostar eisini venjara, leikara og liðleiðara leikbann.

Aganevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur dømt ÍF at tapa ársins fyrsta dyst í Effodeildini ímóti TB/FCS/Royn við 3-0. Dystin, sum teir hóast alt taptu 2-1, eru teir dømdir at tapa 3-0 orsakað av at Ndende Adama Guéye ikki hevði fingið arbeiðs- og uppihaldsloyvi og harvið ikki hevði loyvi til at spæla við.


Í úrskurðinum hjá aganevndini stendur eisini at lesa, at partshoyring hevur verið av ÍF, og at venjari teirra, Jákup Mikkelsen, har viðgongur, at hann var kunnugur við, at leikarin var ólógligur, men at hann hóast alt valdi at brúka hann. Honum kunnugt hevði tað áður ikki fingið ítróttarligar avleiðingar, segði hann. Nú fellur tó hamarin.


Umframt at ÍF verður dømt at tapa dystin 3-0, so fær ÍF-venjarin tveir dystir leikbann “fyri tilvitað, við vilja og við beráddum huga at ganga beint ímóti vegleiðingini frá FSF-skrivstovuni til ÍF um brúk av nevnda leikara í umrødda dysti”, soleiðis sum tað stendur í úrskurðinum hjá aganevndini. Venjarin fær harumframt 1000 krónur í bót.


Liðleiðarin hjá ÍF fær ein dyst leikbann fyri at hava gjørt eftir boðum frá venjaranum og sett ein ólógligan leikara á dómaraseðilin. Eisini Ndende Adama Guéye fær ein dyst leikbann fyri at hava spælt uttan spæliloyvi.


ÍF hevur fimm dagar at kæra dómin at teir eru dømdir at tapa dystin ímóti TB/FCS/Royn við 3-0, men leikbannini til venjara, leikara og liðleiðara standa undir øllum umstøðum við. Tann parturin av dóminum kann nevniliga ikki kærast.


Næsti dystur hjá ÍF verður á heimavølli sunnudagin, tá ið teir fáa vitjan av grannunum, føroyameistarunum úr Víkingi.