ÍF fer avstað

Menninir hjá ÍF eru ikki til at steðga, men eru greitt á odda í landskappingini, umframt at teir longu hava tryggjað sær annan steypafinalussessin

Hóast ein dystur er eftir enn, áðrenn tað formliga er greitt, hvør vinnur sessin í steypafinaluni hjá monnum, sum tað liðið fær, sum er á odda, tá øll hava spælt tvær ferðir ímóti hvørjumøðrum, er eingin spenningur um tað.
Longu nú er greitt, at tað verður ÍF, sum fer avstað við plássinum í steypafinaluni, tí ÍF er fýra stig framman fyri SÍ og fimm stig framman fyri Fleyr, so har er eingin veruligur kappingarneyti hjá fuglfirðingum at ansa serliga væl eftir.
Hinvegin er spenningurin heilskaptur í kappingini um seinna steypafinalusessin, tí SÍ og Fleyr eru so jøvn, at bara eitt stig er á muni. Har verður tí avgerandi, hvussu alt spælir av í teimum »smáu« steypakappingunum. Fleyr var í finaluni ímóti ÍF í FK-kappingini, men tapti, so nú fæst at síggja, hvussu tað spælir av í Mjølnir-kappingini í næsta mánaði.
Um vikuskiftið høvdu klaksvíkingar vitjan av oddaliðnum, men ÍF vísti onga náði og vann 3-0, so Mjølnir kom heldur ikki hesa ferð upp á stigatalvuna við nøkrum stigi. Sum væntað, var talan um spennandi dyst millum SÍ og Fleyr í Sørvági, har SÍ fyrst vann tvey og Fleyr síðani tvey, áðrenn alt bleiv avgjørt í fimta settinum, sum SÍ vann.
Gongdin seinnu mongu árini hevur annars verið tann, at ÍF og SÍ hava skiftst um at vinna tað heila, so hevur ÍF eitt árið vunnið greipuna, hevur SÍ vunnið hana árið eftir. Men sum tað sær út í ár, kann ÍF fara at bróta mynstrið, um tað altso eydnast stórfavorittunum úr Fuglafirði at vinna bæði meistaraheitið og steypakappingina.

Eik-ligan, menn
Mjølnir-ÍF 0-3 (19-25, 16-25, 9-25)
SÍ-Fleyr 3-2 (25-18, 25-19, 14-25, 15-25, 15-11)