ÍF-fjeppararnir fara til Steypafinaluna millum ÍF og EB/Streym í Klaksvík í morgin við Norðlýsinum og Alfa Pilot kl. 15.00, og við bussi klokkan 17.00. Bussurin fer frá John´s Café. Norðlýsið er longu fullteknað, men Alfa Pilot og bussurin hava enn pláss eftir. Tekningarlistin til Alfa Pilot og til bussin liggur í John's Café, og annars kann ringjast til Sæbjørn Leiti á telefon. 266379. Kostnaðurin at sleppa við Alfa Pilot ella bussi er 50 krónur.
Steypafinalan millum EB/Streym og ÍF í Klaksvík byrjar klokkan 18 í annaðkvøld.