Tað er við tí nýggju heimsumfatandi og alt avdúkandi teknologi, ið byggir á decentrala orkuveiting kring landið. Tað er tann nógv umstríddi kubbin, sum var byrjanin til eina nógv størri og meira umfatandi orkusparing. Tað er bert í Føroyum, at hon fekk nakað av umrøðu í Dagblaðnum, Oyggjatíðindi, Dimmalætting og Sosialinum.
Tað eydnaðist ikki hjá V. H. Clach at fáa tey donsku, norðurlendsku, bretsku og amerikansku bløðini at skriva um heimssensatiónina. Tað var seinast í 70-árunum og fyrst í 80-árunum, at føroyingar fingu kunnleika til danan, teknologiina og kubbasparing, sum hópin av húsarhaldum fingu sær kring landið. Tað var tá frá aðrari síðu loypt hvøkk í fólk við spreingivanda og øðrum, sum ikki helt nógvum fólkum aftur, ið royndu kubbasparing, tá tey sóu, at V. H. Flach hevði rætt. Tað var ætlanin at fáa skift ta gomlu teknologiina út, sum byggir á miðsavnandi orkuveiting, ið tveitir 99% av allari hitaorkuni um døgnið út gjøgnum skorsteinin. Tað var síðani ætlanin at fáa ta nýggjaru teknologiina ístaðin fyri, ið byggir á decentrala orkuveiting og útnytta hitaorkuna til upphitingarendamál. Tað var eisini ætlanin at fremja eina landsumfatandi orkusparing við nógv umstrídda kubbanum, so vit byrjaðu at spara tey 99%, sum vit tveita út gjøgnum skorsteinin um døgnið. Tað er nógv fyri at síggja, hvussu brúkarar verða snýttir av oljufeløgum, oljuservísumonnum og teimum, sum selja ketlar, tá ið ketlarnir ikki geva nakra orkusparing. Tað er ikki fyrr enn ein fær praktisera kubbasparing, at ein fær betri útnytta hitaorkuna og kann byrja at spara tveir tangar av olju um árið, hvat nógv húsarhald gera kring landið. Tað er eisini nógv fyri, at dagbløð og fjølmiðlar í Føroyum ikki hava torað at viðgjørt hesa nýggju teknologiina undir teimum røttu fortreytunum, so at hon fekk ein møguleika.
Tað er so, at oljufeløgini, tey stýra politisku dagbløðunum og fjølmiðlunum, tí fær hon ikki sína røttu viðgerð, tá ið umboð fyri hesi hava verið so nógv upptikin av oljukjakinum seinastu nógvu árini. Tað er givið, at hon vildi fingið ein veldugan týdning fyri tann føroyska búskapin, landshúsarhaldið og vinnurnar kring alt landið, so vit kundu komið niður á 10% av tí hitaorku, vit nýta í dag. Tað er tann nýggja teknologiin, sum avmarkar dálkingar trupulleikarnar og skapar reinari náttúru og umhvørvi, sum ferðmannavinnan marknaðarførur fyri at fáa fremmanda fólk til Føroya. Tað er aftaná, at ein miðskeiðis í 80-árunum kunnaði um flokkin Tey Grønu í Føroyum, náttúru og umhvørvisvernd, at teir etableraðu flokkarnir á tingið tóku við í sinari stevnu- og virkisskráir.
Tað er ómetaliga nógva tíð og pening ein hevur nýtt uppá hesa nýggju teknologi og kubbasparing, ein einsamallur bar kostnaðin av at fáa nakað í bløð og fjølmiðlar, tá ið ein skipaði fyrilestrar og fundir kring landið seinast í 70- og fyrst í 80árunum.
Tað skal verða sagt, at henda nýggja teknologiin verður nýtt í fleiri londum, og ger tað gomlu teknologiina, sum byggir á miðsavnandi orkuveiting og lestrarbókmentir v.m. um allan heim týdningarleyst. Tað verður neyðugt at taka hetta málið upp aftur í bløðunum og møguliga skipa eina nýggja fyrilestrarrøð, so fólk kunnu síggja heimssensatiónina, sum ein eisini hevur fingist við í Danmark saman við V. H. Flach.
Hans Birgir Hansen