Fíggjarlógin - eitt amboð at røkka málum
Uttan visiónir og málrættaðar ætlanir kámast endamálið við býtinum av krónum og oyrum skjótt. Fíggjarlógin skal tí bert síggjast sum eitt amboð til at náa teimum málum, ið samgongan hevur sett sær. Hetta sæst eisini aftur í fíggjarlógaruppskotinum - í hvørtfall í ávísan mun.
Fyri at nevna nøkur dømi eru eitt nú ætlanir at fremja munandi ábøtur á eldra- og serforsorgarøkinum, ið fær økt játtan sína við 36 mió. kr. (rakstur og íløgur) - og somuleiðis eru áhugaverdar ætlanir á útbúgvingar- og granskingarøkinum, ið fær økt játtan sína við 23 mió. kr. (rakstur og íløgur).
Stórstu íløgurnar eru á samferðsluøkinum. Her eru tað serstakliga íløgurnar í nýggja Suðuroyarskipið og samferðsluhavnina á Tvøroyri, ið fáa hægstu raðfesting við heili 132 mió. kr. av samlaða íløgukarminum á 260 mió. kr.
Skattalættar fyri framman
Fyri at økja inntøkur landsins í framtíðini umvegis økt virksemi - heldur enn umvegis økt skattatrýst - er ætlanin at gera Føroyar til eitt alsamt meira skattavinarligt land og verða skattalættarnir komandi árini liður í hesi ætlan. Ár 2003 verður talan um góðar 50 mió. kr. í skattalættum og ár 2004 verður talan um somu upphædd - harvið íalt góðar 100 mió. kr. í skattalættum komandi tvey árini. Eisini eru fleiri onnur fíggjarpolitisk tiltøk á veg, ið verða til fyrimuns fyri føroyingar.
Vøksturin í rakstrarútreiðslunum skal tálmast
Núverandi fíggjarlógaruppskot inniber enn eina øking í netto rakstrarútreiðslum landsins á 182 mió. kr. í mun til fíggjarlógina fyri 2002 - harav góðar 50 mió. eru vøkstur í lógarbundnum útreiðslum. Tá hugsað verður um eykajáttanir og broytingaruppskot undir viðgerðini av fíggjarlógini v.m. kann vøksturin í rakstrarútreiðslunum væl enda við at gerast væl størri.
Havandi í huga, at skattalættin á 50 mió. ikki er innroknaður í fíggjarlógaruppskotið og at rakstarútreiðslurnar væl kunnu væntast at vaksa meira enn ætlað, er skjótt at yvirskotið á 150 mió. kr. tódnar - um neyðugu sparingarnar ikki verða framdar.
Neyðugt við nýhugsan
Við núverandi búskapargongd er greitt, at skal vælferðarsamfelagið Føroyar verða rikið við yvirskoti komandi árini er alneyðugt, at rakstrarútreiðslurnar ikki halda á við himmalferð síni. Tí verður neyðugt at fremja rationaliseringar og lógarbroytingar, ið bera við sær færri rakstrarútreiðslur komandi ár. Komið skal verða nærri inn á hetta í komandi greinum.
Tað er ongantíð ov skjótt at farið verður í holt við at fremja nýhugsan og nýskipan soleiðis, at grund verður løgd undir einum sjálvberandi føroyskum vælferðarsamfelagi.