Tveir av fremstu stjórunum innan norska fíggjarheimin koma nú til Føroya at siga sína hugsan um privatisering sum heild – men eisini við atliti til komandi privatiseringina av Føroya Banka.
Talan er um Øyvind Birkeland, ið er stjóri fyri DnB NOR Kapitalforvaltning, sum er størsti bankin í Noregi. Bankin umsitur 1.700 milliardir norskar krónur og hevur 2,2 milliónir privatkundar og 188.000 vinnulívskundar. Fyritøkan hevur áleið 12.000 starvsfólk, og er samstundis størsta lívs- og pensjónstryggingarfelag í Noregi við umleið 900.000 kundum.
Hin fyrilestrarhaldarin er Helge Leiro Baastad, og er forstjóri í Gjensidige, eitt av størstu skaðatryggingarfeløgunum í Noregi við umleið einari millión kundum og tryggingargjøldum upp á 14 milliardir norskar krónur. Eini 3000 fólk starvast hjá Gjensidige, sum eisini hevur uppkeypt tryggingarfeløg í fleiri øðrum londum, eitt nú í Danmark og baltikum.
- Tað er eyðsæð, at hesir báðir hava nógvar og drúgvar royndir innan fíggjarheimin, og hava verið við til samanleggingar og privatiseringar av almennum fyritøkum, sigur Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar.
Hvat við Føroya Banka
Ein av heilt spennandi hendingunum innan føroyska fíggjarheimin í hesum døgum, er privatiseriingin av parti av Føroya Banka. Og sjálvandi verður hetta eisini eitt tema í sambandi við fyrilestrarnar og kjakið í morgin.
- Hetta eru mennn, sum hava drúgvar royndir at arbeiða í einari børsskrásettari fyritøku, og vita alt um, hvørjir fyrimuni og hvørjir vansar fylgja við tí, sigur Gunnar í Liða.
Í tí sambandi nevnir forstjórin í Tryggingarfelagnum Føroyar, at børsskráseting er fyri eina fyritøku ein kelda til kapital, dynamikk og opinleika, men samstundis verður fyritøkan sárbær og í vanda fyri at verða uppkeypt av øðrum stórfyritøkum.
- Føroyskt vinnulív stendur á gáttini til stórar avbjóðingar. Evnisdagurin bjóðar eitt sjáldsamt innlit, sum kann gagna øllum teimum, sum ikki ræðast nýggju avbjóðingarnar, sigur Gunnar í Liða.
Byrjað verður kl. 16.00 í morgin í Klingruni í Norðurlandahúsinum og hildið fram til áleið 17.30. Øll eru vælkomin, men plássið er avmarkað, so tað er at boða frá luttøku í góðari tíð.