Í grein í hósdagsblaðnum, har vit staðfestu, at Bartal Eliasen eisini verður í ÍF komandi kappingarár, kom tíverri ein heldur óheppin villa fyri. Staðfest varð, at tað nú bert vóru tvey ivamál í hópinum, og at annað av hesum var, hvør skal verja málið hjá ÍF.
Hetta er ikki rætt. ÍF hevur fyri stuttum boðað frá, at teir hava gjørt avtalu við Allan Joensen, um at hann komandi kappingarárið skal verja málið hjá besta mansliðnum.
Vit bijða Allan, ÍF og lesararnar annars um at halda okkum til góðar.