Føðingardagar og gullbrúdleyp

17. august fylti Albin Funn á Válinum 75 ár, og 18. oktober fyllir Hildibjørt Funn á Válinum 70 ár.

Góðu foreldur, verforeldur, omma, abbi, langomma og langabbi.


Vit vilja ynskja tykkum hjartaliga tillukku við teimum stóru døgunum.


Vit vilja takka fyri alt tað, tit bæði eru fyri okkum og takk fyri tann góða blíðskapin, tit altíð hava. Vit gleða okkum til at halda dagarnar saman við tykkum. Gud signi framtíð tykkara. Vit elska tykkum.


Dagarnir verða hildnir á gullbrúdleypsdegnum í heimi teirra, sunnudagin 31. august frá kl. 12-18.


Øll eru hjartaliga vælkomin.


Familjan