Bert ein dystur verður á skránni í meistaradeildini hjá monnum í vikuskiftinum, tá Fleyr tekur ímóti ÍF. Mikukvøldið misti ÍF oddasessin, tá Mjølnir vann á SÍ í Sørvági, men nú hava fuglfirðingarnir møguleika at vinna oddasessin aftur, um teir vinna dystin á Fleyr leygardagin.
Gongdin hjá gestunum úr Fuglafirði hevur verið stak góð í ár. Frá fyrsta dysti løgdu teir seg á odda í bestu mansdeildini, og líka til nú hava teir megnað at varðveitt henda oddasessin. Júst nú er Mjølnir frammanfyri, men ÍF hevur tó leikt ein dyst færri.
Hjá Fleyr hevur ikki gingið eins væl og hjá gestunum. Teir hava ligið í boninum í alt árið, og júst nú liggja teir á fjórða plássið, men líkindini fyri heiðursmerkjum eru ikki serliga stór, tí lopið upp til trý tey ovastu liðini er rættiliga stórt.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ÍF hevur ikki havt trupulleikar av Fleyr
Hesi bæði liðini hava eisini møtt hvørjum øðrum tvær ferðir fyrr í grundspælinum, og í báðum førum hevur ÍF vunnið rætiliga trygt. Í fyrra dystinum vann Fleyr annars fyrsta settið, en eftir hetta var eingin ivi um úrslitið. ÍF vann nevniliga seinastu trý settini trygt.
Í seinna dystinum var heldur eingin ivi. Tá vann ÍF 3-0, og heldur ikki hesaferð megnaði Fleyr at gera stórvegis mótstøðu.
Nú møtast hesi bæði liðini so aftur, og undan dystinum má ÍF metast at vera stórfavorittur at vinna hann. Vinna teir dystin, so leggja teir seg aftur á odda í bestu mansdeildini í flogbólti.