Í Fuglafirði leita tey framvegis eftir nýggjum venjara at taka yvir eftir Ábraham Løkin. Talan er bæði um føroysk og útlendsk nøvn. Tað gekk sum heitt breyð í Gundadali í kvøld, at Símun Eliasen og Rúni Nolsøe eru nýggir venjarar hjá ÍF. Men tað er ikki støðan sambært Ólavi Larsen, formanni í ÍF.
- Tað er ikki rætt, vit sita í løtuni á fundi og viðgerða allar møguleikarnar. Talan er bæði um føroysk og útlendsk nøvn, men tað er týdningarmikið at vit finna rætta venjarin, sigur Ólavur Larsen.
Tað kom óvart á, tá Ábraham Løkin um vikuskiftið boðaði frá, at hann leggur frá sær sum venjari hjá ÍF. Tað gekk væl í fjør og liðið endaði á fjórða plássi og kom í steypafinaluna. Í ár hevur tó ikki gingið so væl, hóast liðið er favorittur at koma í steypafinaluna aftur.
- Eg segði fyrr í vikuni, at vit royna at fáa málið avgreitt til komandi vikuskiftið. Tað er framvegis ætlanin hjá okkum, sigur Ólavur Larsen at enda, tá portalurin tosaði við hann fyri løtu síðani.
ÍF liggur í løtuni á 8. plássi við átta stigum.