Fótbóltsfelagið í Fuglafirði hevur latið fótbóltsútgerð til dagstovnin, Barnalund, sum heldur til í grannalagnum í Fløtugerði. Ynski er at fáa fleiri børn at spæla fótbólt.
- Okkara høvuðsungdómsvenjari, Jóan Pauli Jacobsen, hevur í sambandi við venjaraútbúgvingina gjørt lítla kanning millum fremstu fótbóltsleikararnir í landinum. Allir, uttan undantak, hava svarað, at teir byrjaðu á á heilt ungum árum, skrivar if.fo.
Barnalund er ein barnagarður og vøggustova í Fuglafirði. Stovnurin er granni hjá vøllinum í Fløtugerði og børnini hava tískil sera stutt at fara yvir á vøllin at sparka bólt. Sama er galdandi fyri dagstovnarnir á Kambsdali, Kambur og Stropin, tí har er FIFA vøllur tætt við.
Formaðurin hjá ÍF fótbólti, Georges Rouah, loftaði hugskotinum beinanvegin og setti gongd í verkætlanina. So beint fyri, at corona breiddi seg sum ein skógareldur um allan heimin, var ein sendinevnd úr ÍF og vitjaði dagstovnin, Barnalund.
Formaðurin og høvuðsungdómsvenjarin saman við tveimum leikarum úr Betrideildini, Jóhan Petersen og Jákup Nolsøe Olsen. Forkvinnan í Barnalund, Laila Hentze Hansen, tók ímóti saman við tveimum ungum ÍF leikarum. Gávan var ein dós við bóltum, keylum og vestum, sum tey í Barnalund vóru sera glað fyri, skrivar if.fo
- Vit í ÍF eru glað fyri, at vit eisini kunnu geva aftur til samfelagið og kunnu staðfesta, at sælari er at geva enn at fáa, verður sagt úr ÍF.