Landsstýrismansskifti
Hetta verður ein avbjóðing. Men hetta er ein avbjóðing, sum eg føli meg brynjaðan til at taka á meg.
Jacob Vestergaard, nýggjur landsstýrismaður í innlendinsmálum, sigur, at tað er nokk so knappliga, at honum stóð í boði at verða nýggjur landsstýrismaður í innlendismálum.
Jacob Vestergaard hevur royndir úr Landsstýrinum, tí hann var eitt skifti landsstýrismaður í fiskivinnumálum í seinastu samgongu.
Hann hevur verið bygdaráðspolitikari og borgarstjóri í Sumbiar Kommunu í fleiri valskeið og hann hevur verið formaður í Føroya Kommunufelag.
Sostatt er hann væl kunnigur við kommunupolitikk.
Samstundis er hann løgreglumaður og haðani frá kennir hann til teir trupulleikar, ið umsitingin av útlendingamálum kann føra við sær.
So alt í alt er hetta ikki ein uppgáva, sum hann stúrir fyri at átaka sær.
Hinvegin heldur hann, at enn er ov tíðliga at siga ov nógv ítøkiligt um førda politikkin, tí hann má fyrst seta seg inn í ætlaða politikkin og finna útav, hvat er sett í verk og fylgja tí upp.
Eg fari fyrst at stinga fingurin í jørðina fyri at vita, hvar tey ymsu málini flóta. Fyrrenn eg havi sett meg inn í tað, er torført at siga, hvussu míni fingramerki fara at síggjast aftur í førda politikkinum hjá samgonguni.
Økt túratal við Smyrli
Men nú skal tú umsita samferðslumál. Eitt tað fremsta málið á samferðsluøkinum seinastu tíðina, hevur verið túratalið hjá Smyrli. Tú hevur verið formaður í samferðslubólkinum í Suðuroy og har hevur tú verið heitasti talsmaður fyri at hann skal sigla ein túr afturat um dagin. Kemur hann nú?
Eg haldi framvegis, at nýggi Smyril skal sigla tríggjar túrar. Men tingið akkurát felt eitt uppskot um at hann skal sigla tríggjar túrar, so vit kunnu siga, at vit kenna tingsins vilja. Kortini hevur samgongan boðað frá, at hon er sinnað at arbeiða fram ímóti at økja túratalið og tað fari eisini at gera, tí eg haldi, at Smyril skal sigla minst tríggjar túrar um dagin, sigur nýggi Landsstýrismaðurin.
Kortini ásannar hann, at tað verður neyvan beint nú, at túratalið verður økt, tí fíggjarlógin er til viðgerðar og har er onki sett av til tað. Men tað er ongin ivi um, at tað skal arbeiðast fram ímóti tí, staðfestir hann.
Tú hevur eisini talað ímóti at flyta miðnámsskúlan úr Vági ?
Eg havi altíð hildið, at varð semja í Suðuroy um viðurskiftini, átti tað at borið til at arbeitt eftir tí. Men tann semjan var ikki og so var ein avgerð tikin. Kortini haldi eg ikki, at tað er so avgerandi, hvar í Suðuroynni, tað ymsa verður bygt, tí vit mugu meta Suðuroynna sum eina heild og at taka avgerðir útfrá tí.
Royna at finna smidligari skipan
Kortini skerst ikki burtur, at tyngsta og mest umstrídda málsøkið, sum Jacob Vestergaard fer at umsita, er útlendingapolitikkurin.
Eg haldi, at tað er rættast at yvirtaka málsøkið, so vit hava fult ræði á tí og høvdu eina føroyska lóggávu at arbeitt eftir. Men vit mugu ásanna, at tað verður ikki við samgonguni, sum nú er, at málsøkið verður yvirtikið. Tí mugu vit viðgerða málsøkið útfrá teirri fortreyt, sum er. Men av tí, at innlendismálaráðið skal málsviðgerða eitt málsøkið, sum í veruleikanum er danskt, er talan um eitt sera trupult málsøki.
Men vit eiga at royna at finna ein smidligari mannagongd , men tað er sera trupult, viðgongur hann.