- Fólk eru skelkað

Føroyski sendiharrin í London sigur at úrslitið kom óvæntað á fólk.

Evropa vaknaði við ein skelk í morgun, tá tíðindini bórust, at bretar hava valt at fara úr Evropeiska Samveldinum. Evropeiskir stjórnarleiðarar eru í døpurhuga, nú sjálv framtíðin hjá samveldinum er í iva, eftir at bretar hava víst øðrum, at tað ber til at sleppa úr ES. Høgrapopulistiskir politikarar hava eisini verið skjótir at brúka støðuna til sín egna fyrimuns og hoyrast nú krøv í Danmark, Fraklandi, Belgia og aðrastaðni um egnar fólkaatkvøður.


Í Bretlandi er skelkurin eisini stórur yvir óvæntaða úrslitið. Áki Johansen, føroyski sendiharrin í London, upplýsir fyri in,fo, at úrslitið kom óvart á fólk.


- Fólk eru skelkaði. Tey allarflestu høvdu væntað, at úrslitið for at fella til fyrimuns fyri Remain, tey sum vilja vera verandi í ES. Fólk eru slett ikki fyrireikaði uppá, at tað var meiriluti, ið fór at stemma fyri at taka Bretland úr ES. Stemningurin her í London er løgin, og serliga skotar og norðurírar eru skuffaði yvir, at
onglendingar valdu at fara úr ES.


Í Norðurírlandi valdi fólkið at vera verandi í ES, men mugu tey luta fyri viljanum hjá meirilutanum í Bretlandi. Tað er ikki uttan orsøk, at norðurírar valdu ES, sigur Áki Johansen.


- Norðurírski landbúnaðurin fær nógva fíggjarligan stuðul frá ES. Nú tá Bretland fer úr ES óttast tey, at umleið 70 prosent av bóndunum fara á húsagang.


Í morgun boðaði David Cameron, bretski forsætisráðharrin, frá, at hann gevur skarvin yvir. Hann ynskir nevniliga ikki at leiða tjóðina eftir nýggju leiðini, ið fólkið hevur stungið út í kortið. Sendiharrin sær tað sum eitt tekin um, at forsætisráðharrin ikki væntaði úrslitið.


- Áðrenn hevur hann sagt, at hann fór at vera sitandi óansæð úrslit. Tá væntaði hann als ikki hetta úrslitið. Nú er so spurningurin um hvør tekur yvir eftir David Cameron. Boris Johnson er sjónligur, meðan Michael Gove eisini verður nevndur. Tað er tó vist, at bólkurin av tinglimum, ið stuðlaði Brexit, er styrktur munandi innanhýsis í flokkinum.


Føroyski sendiharrin kann vænta at fáa munandi meira um at vera, nú allir sáttmálar millum londini mugu samráðast av nýggjum. Áki Johansen upplýsir tó, at hann ikki væntar tað verður beinanvegin, at bretar eru klárir at tosa.


- Vit hava alla tíðina arbeitt við hesum, men ein trupulleiki er, at í Bretland er einki ráð, ið tekur sær av slíkum. Í 1973 handaðu bretar jú samráðingarrættin viðvíkjandi handilssáttmálar við onnur lond til Brússel, so tann vitanin, ið krevst at føra samráðingar, er so líðandi horvin í Bretlandi.


- So nú mugu teir umskipast av nýggjum og skipa eitt nýtt ráð ella toymi, ið skal taka sær av øllum samráðingunum. Tí sum nú er, so hava vit og aðrar tjóðir onga adressu at venda okkum til, sigur sendiharrin í London at enda.