Nú fáa fólk í Hesti nógv betri ferðasamband enn tey hava havt. Strandferðslan fer nevniliga at seta Jósup í fasta sigling ímillum Hest og Gomlurætt, men harumframt verða túrarnir hjá Teistanum út í Hest, eisini varðveittir.
Siglingin byrjar nú mánadagin og fyribils verður siglt til í apríl. Men Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at ætlanin er, at siglingin skal halda fram.
Hann sigur, at nú Jósup fer at sigla, merkir tað, at tað fer at bera til hjá fólki at búgva í Hesti, hóast tey arbeiða, ella ganga í skúla á meginøkinum. Jósup fer at sigla fýra túrar út í Hest um dagin, har fyrsti túrur úr Hesti er klokkan sjey á morgni og seinasti túrur er klokkan 19.30, og tað er hvønn dag í vikuni.
Hetta passar eisini til rutuna hjá Teistanum, og sostatt kann Bussleiðin til Havnar brúkast. Og er tørvur á farmaflutningi, ella á at flyta akførum í og úr oynni, eru tilkalling og túrar settir í ferðaætalni.