Fólk noyðast at velja:

Vælferðarsamfelagið her og nú ? ella fullveldið her og nú!

Birgir Mohr

Sandi

????????????


Í dag er tað blivið meira greitt enn nakrantíð, at vit føroyingar noyðast at velja annaðhvørt: um vit skulu krevja og fáa fullveldi (loysing) her og nú, so um Tjóðveldisflokkurin og aðrir hava kravt tað, og harvið missa tað føroyska vælferðarsamfelagið á gólvið, ella vit skulu krevja av okkara politikarum og fáa vælferðarsamfelagið gjørt tíðarhóskandi her og nú, so sum til dømis Javnaðarflokkurin ynskir tað.

Hetta seinasta inniber, at vit lata spurningin um fullveldi bíða til tíðin er búgvin, so vit føroyingar eru førir fyri bæði at útinna og gjalda fyri eina møguliga loysing, ella sagt við øðrum orðum, at fara burtur úr ríkisfelagsskapinum. Ístaðin eiga vit at halda áfram at víðka um okkara sjálvstýri og gera eina nýggja avtalu við Danmark um ríkisrættarligu støðuna.

Vit eru noydd til at velja. Tað sæst týðuliga, hvussu vælferðin forfellur í Føroyum í dag. Vit orka ikki fíggjarliga hvørki at viðlíkahalda, enn minni at betra um okkara vælferðarskipanir, tí vit nýta politikkin ? pening og arbeiðsorku ? til at avtaka blokkstudningin úr Danmark yvir 4 ár og yvirtaka øll málsøki og loysa, uttan at taka avleiðingarnar herav í álvara.

Vælferðarsamfelagið, sum nú forfellur, so vit verða sigld afturút í mun til hini londini í Europa, er ein høvuðsfyritreyt fyri trivnaðin hjá okkum føroyingum, sum nú liva, og vit hava krav uppá sømulig kor, óansæð hvørji vit eru og hvar vit eru í Føroyum.

Fullveldi her og nú er fyrst og fremst ein háfloygd ætlan, sum als ikki er alneyðug fyri okkum, og er kanska heldur ikki so skilagóð, tí hon kostar okkum so nógv, bæði í vælvilja, peningi og trivnaði. Møguliga hevur onkur av samgonguflokkunum ásannað hetta og tí broytt politikk hareftir?

Meira sjálvstýri er ein tilgongd, sum hevur verið síðan 1948, og sum saktans kann halda fram undir skipaðum viðurskiftum og avbalanseraðum meirkostnaði fyri okkum í mun til vøkstur í inntøku okkara. Hendan skipaða tilgongd gevur okkum tíð til at fyrireika yvirtøkur av málsøkjum, so vit veruliga eru før fyri at umsita hesi til fulnar, og ikki sum nú í skundi og hálvum verki.

Ein slík tilgongd ? sum kann vara eini 15?25 ár leysliga mett, vil enda við, at vit hava yvirtikið øll ? ella nærum øll málsøkir at umsita og gjalda sjálvir, hóast vit eru í einum frælsum felagsskapi við Danmark ? einum ríkjafelagsskapi ella ríkisfelagsskapi. Fyrst tá er tíðin búgvin til at taka støðu til, um vit eiga at loysa frá Danmark.

Tað er eingin góð grund til at framskunda tilgongdina í sjálvstýrismálinum, men tvørturímóti eiga vit at steðga á og umhugsa okkum væl, og vit eiga fyrst av øllum at fara undir at loysa stóru trupulleikarnar hjá føroyingum á tí sosiala økinum, á útbúgvingarøkinum, á eftirlønarøkinum, á heilsuøkinum o.ø. økjum við.

Tað er umráðandi fyri okkum sum mentað fólk at fáa hesi viðurskifti í rættlag og at seta vælferð fólksins í hásæti fram um tær háfloygdu fullveldisætlanir, sum higartil einki annað hava givið enn nakrar proklamatiónir og minkandi vælferð og trivnað. Hetta fara komandi valini til Løgting og fólkating at snúgva seg um ? føroyingar noyðast at velja.