Fólkaflokkurin landsfund

Um vikuskiftið fer Fólkaflokkurin at hava landsfund í Leirvík. Íslendski fíggjarmálaráðharrin fer at halda røðu

Um vikuskiftið verður Leirvíks bygd rokað av fólkafloksmonnum. Teir hava hesaferð valt sær bygdina sum karm um landsfundin, sum byrjar leygarmorgunin klokkan 9.30.

Óli Breckmann, formaður Fólkafloksins, sigur við Sosialin, at skráin verður sum hon plagar.

- Vit fara at tosa um politisku støðuna sum hon er í løtuni. Tað eru nógv mál á skránni, so vit hava ríkiligt at tosa um, sigur Óli Brekcmann.

Hann nevnir fullveldisætlan landsstýrisins sum eitt mál, sum skal kjakast um, og í tí sambandi er tað nokk serliga tíðaræltanin fyri fullveldisætlanini, sum skal viðgerast.

- Annars fara vit eisini at tosa um tað sum stendur í samgonguskjalinum. Har er nógv niðurfelt, og vit fara at hyggja at tí, sigur Óli Breckmann.

Týsdagin legði Caragata bólkurin sítt álit fram, og havandi politisku útsagnirnar í huga aftaná framløruna, so passar teksturin í álitinum sum fótur í hosu til politikkin hjá Fólkaflokkinum.

Kortini roknar Óli Breckmann ikki við, at júst hetta álitið fær serliga viðgerð í Leirvík.

- Álitið er so nýtt, so eg rokni ikki við, at tað verður gjørt stórvegis við tað, men sjálvandi verður trivið eitt sindur í tað, sigur hann.


Vitjan úr Íslandi

Tað er eftirhondini vorðin ein vani, at politiskir flokkar í sambandi við landsfund skulu hava vitjan uttaneftir. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fáa sum oftast vitjan úr Danmark, og tað hevur Fólkaflokkurin eisini havt onkuntíð, meiri enn so.

Hesaferð kemur gesturin kortini ikki haðani, men úr Íslandi. gestarøðarin hesaferð er eingin annar enn íslendski fíggjarmálaráðharrin, sum eitur Geyr Haarder.

Sum nevnt var Caragata álitið lagt fram fyrr í vikuni, og tað er eingin loyna, at tað í álitinum verður víst sera nógv til íslendsk viðurskiftir, og tí fara fólkafloksmenn við serligum áhuga at lurta eftir ísldendska fíggjarmálaráðharranum.

Landsfundur Fólkafloksins endar sum vanligt við einum døgurða leygarkvøldið.