Góðan dag kæru stevnufólk og hjartaliga vælkomin á fólkafund í Hvalba í dag.
Fyrst vil eg takka Royn fyri ta æru, sum eg haldi tað er, at vera biðin um, at halda røðu her í Hvalba í dag á fyrsta fólkafundi í Hvalba sum eg veit um.
Ein fólkafundur, hvat er nú tað? kann ein spyrja?
Fólkafundir vóru á fyrsta sinni hildnir um síðsta aldarmót íbirtir av føroyingafelagnum. Tað sum hendi á fundunum var, at fólk savnaðust saman úti - um tey mál, tey hildu vóru mest átrokandi at taka støðu til tá í tíðini.
Hvør var íbirtingin til hesar fólkafundir, fólkafundirnar, ið vóru so mangir av síðst í 1890-unum? Spyrjast kann eisini, hvørju mál vóru umrødd á hesum fundum?
Hugburðurin, ið lá fremstur á hesum fundum, vóru kenslurnar fyri at skapa framburð í samfelagnum og viðurkenna tað, ið føroyskt var og fremja tað í orði og verki. Undangongumenn til nýggja hugburðin vóru føroyskir studentar í útlegd í Danmark. Til fyrstu veitsluna í Keypmannahavn í 1876, har føroysku studentarnir savnaðust sum føroyingar, hevði Fríðrikur Petersen, ið seinri var prestur í Hvalba frá 1885 til 1900, yrkt tveir sangir, ein um móðurmálið og ein um fosturlandið. Hesi evnir vóru tey, savnast varð um, og sum førdu til, at Føroyingafelag varð stovnað í Keypmannahavn á heysti 1881.
Orsøkin til, at nevnt verður søguliga baksýnið, sum t.d. studentaveitslurnar millum føroyingar niðri í Keypmannahavn, føroyski skaldskapurin, ið spurdist burturúr hesum veitslum og síðani Føroyingafelagið niðri, ið var ein beinleiðis avleiðing av nýggja hugburðinum og kensluni, at Føroya fólk vóru »føroyingar«, orsøkin til at hetta verður nevnt er, tí tað eru menniskju, kveikt við hesum neista, ið skipaðu fyri tiltikna jólafundinum í 1888 í Havn, har hugtakið og felagsnevnarin »føroyingar«, ið var staðfest 12 ár frammanundan millum føroysk ungdómin í útlegd, varð staðfestur og gróðursettur í føroyska mold. Jólafundurin 1888 førdi til at Føroyingafelag varð stovnað 27. jan 1889 í Føroyum. Føroyingafelagið hevði tvey høvuðsmál á skránni. Fyri tað fyrsta: At fáa føroya mál til æru, og tað næsta var at fáa føroyingar at halda saman og ganga fram í øllum lutum, so teir gjørdust sjálvbjargnir.
Vit síggja í Føroyingatíðindi frá 1894, at innbjóðað er til fólkafund í Sandarhaga annan hvítusunnudag. Undangongumenn til fólkafundin vóru føroyingafelagslimirnir Jóhan Heindrikkur Pállson og Mads A. Winther. Í Føroyingatíðindi 7. juni 1894 verður sagt frá fólkafundinum á Sandi, sum er tann fyrsti av sínum slag. Áhugavert man tí verða fyri okkum øll at hoyra um hvat fyrigekk har, so her kemur ein stuttur samandráttur:
Fundurin byrjaði við at Mads A. Winther bað fólki vera vælkomið og greiddi frá, at fólkamøtið var til tess at birta hugin hjá føroyingum til fólkaligan framburð. Aftaná helt sandoyarprestur guðstænastu, sálmar vóru sungnir og prædika hildin. Síðani fingu fólk sær at eta. Tá hetta var liðugt, tók Jóhan Heindrikur Pállson úr Skopun orðið,og las upp rímu, yrkta til fólkafundin. Síðani helt hann røðu, sum serliga snúi seg um móðurmálið, sum hann segði mátti koma til sín rætt. Aðrar røður vóru hildnar og føroyskar vísur sungnar ímillum. Rasmus Effersøe tók síðan orðið, fegnaðist um guðstænastuna og vónaði, at hon vildi elva til eitt nýtt kristiligt lív, líka langt frá skinhelligheit, sum frá vana- og helsudagskristindómi. Hann endar røðuna við at taka soleiðis til: »Nú samferðslan við útlondini verður størri og størri, ræður tað um, at føroyingar halda saman, virða seg sjálvan og virða fedrarnar og teirra livimáta fram fyri útlendskan sið, sum kann fáa kropp og sál at vikna. Tað ræður um at æra fedrarnar og fylgja teirra eftirdømi, við at søkja allan gagnligan framburð. Annars verða føroyingar áðrenn langt um líður, kúgaðir, so at eftirkomarnir ikki kunna æra okkum og liva væl og leingi í landinum«. Hann meinti eisini, at fólkafundir vildu føra til størri sameining millum føroyingar, og hjálpa til at rudda út gamalt nít millum bygdir.
Jóannes Patursson tók eisini orðið á hesum fundi og vísti á, hvussu føroyingar í fornum tíðum væl stóðu javnstøðis við onnur fólkasløg í øllum brøgdum, bæði á sjógvi og landi.
Fyrsti fólkafundurin á Sandoynni í 1894 endaði við at formaðurin í føroyingafelagnum takkaði undangongumonnunum fyri at hava fingið fundin í lag, og stigtakararnir takkaðu øllum, ið vóru komin. Blaðið Føringatíðindi endar við at skriva, at tá fundurin var lokin, fór hvør fróður og væl hýrdur heim til sín, syngjandi so, at tað gelti í homrum og skorum.
Jóansøkudag sama árið varð skipað fyri fólkafundi í Mannafellsdali. Vit síggja her, at staðurin, valdur verður at halda fólkafund í, er søguligt stað. Tað var í Mannafelsdali, at fyrsta og einasta »borgarakríggj« í Føroyum gekk fyri seg. Søgnin sigur, at fólkið gjørdi uppreistur mótvegis yvirvøldini og høga skattatrýstinum, orsakað av dýru kirkjuni, ið var bygd í Kirkjubø síðst í 1200-talinum. Ironiskt nokk er hetta stríð um Kirkjubømúrin ikki av enn, og er tað møguliga eitt tekin um ta spjaðing í fólkinum, sum føroyingafelagið umrøður. Tað spjaðing, sum føroyingafeløg vildu venda til samanhald, men sum ringt var at fáa bugt við, og hendan spjaðing gjørsini enda á føroyingafelagnum, sum felagsskapi um aldarmótið. Hugburðin, ið skaptur varð, blómar tí í mongum alabogalitum, enn tann dag í dag.
Lat meg líka leggja aftrat, at tá fundurin í Mannafellsdali endaði, slóu fólk ring og dansaðu føroyskan dans.
4. juli 1895 stendur skrivað um fólkafund, sum hevur verið í Nólsoy. Skrivað stendur soleiðis í Føringatíðindi: »Kl. 8 um morgunin legði fyrsti báturin inn á Nólsoyarvík, og vóru tá fundurin varð settur kl. 2, ivaleyst komnir 25 bátar til oynna. Flestur bátar vóru úr Havn. Tó var eisini fólk komið úr Norðoyggjum, Sandoy og úr fleiri bygdum í Suðurstreymoyar prestagjaldi. Á »Stongini« samlaðist mannamúgvan, umleið 500 í tali«.
Meira verður ikki sagt um fólkafundirnir í søguligum høpi, uttan at teir vóru mangir og kring alt landið í 1890-unum, har hundratals av fólki frá nær og fjar savnaðust saman vár- og summardagar úti í okkara einastandandi vøkru náttúru, har tey umrøddu teir samfelagsspurningar, sum vóru av størsta týdningi um aldarskiftið. Tey litu tá inn í 20. øld, okkara øld, sum vit øll hava livað í.
Fólkafundarfólkið gjørdi sær sínar tankar um, hvørji mál vóru av størsta týdningi, tá tey skuldu inn í eina nýggja øld. Boðskapurin frá fólkafundstíðini, tí kveikjandi ættarliðnum um síðsta aldarmóti var at varðveita tann føroyska samleikan (Identitetin), tvs. málið og gamla siðvenju og halda saman sum fólk.
Mangt er broytt hesi 100 árini millum fólkafundirnir, tann ið tjóðskaparrørslan skipaði fyri, og hendan fólkafundin, Bóltafelagið Royn skipar fyri í dag. Um vit hyggja at samskiftinum mannamillum, so vóru fólkafundirnir tá eitt av teimum fáu høvunum, fólk høvdu fyri at savnast alment og samskifta um tað, ið lá teimum á hjarta. Tey ferðaðust langvegis, fyri at uppliva fólkafundirnir, gingu yvir fjøll og róðu millum oyggjarnar. Mangt er broytt. Í dag rør ungdómurin út á nótina/ Internetið á fólkafund, og fundast kann um allan heim um alt, uttan at neyðugt er at flyta seg av fetinum. »On-Line« samfelagið, verður framtíðar »teldu«-samfelagið nevnt. Gandaorðið fyri framburð sum heild í heiminum í dag og í Føroyum. Ja, enntá fyri »bygdamenning«, er økt innlit í Telduheimin, ið sanniliga er ein heimur fyri seg. Eg haldi, at vit taka ímóti øllum hesum nýggja við víðopnum ørmum og fullkomuliga atfinningarleyst. Hetta er størsta broyting, framtíðin bjóðar okkum sum menniskju og samfelag í dag, og vit eiga at vera varug við, hvat kensluleysi Telduheimurin, tann so nógv menta tøknifrøðin, ger við okkum sosialt, mentanarliga, búskaparliga og reint menniskjaliga, bæði sálarliga og likamliga.
Fyri umleið 300 árum síðani sló ídnaðarkollveltingin ígjøgnum í Onglandi, og 100 ár seinni hevði hon breitt seg til meginpartin av Vestureuropa. Ja, til øll tey lond, sum í dag teljast millum heimsins ríkastu. Ídnaðarkollveltingin hevði við sær, at maskinur komu í staðin fyri menniskjaligt, kropsligt arbeiði. Maskinurnar førdu til veldugan framburð í framleiðslu og til broytingar á øllum samfelagsligum økjum. EIsini førdi ídnaðarkollveltingin til velduga peningasavnan hjá teimum, ið áttu tátíðar tøknufrøðiliga gjøgnumbrotið, nevniliga framleiðslutólini, samstundis sum fjøldin av fólki einki átti og »avmarkaðist« til bert at hava hendurnar at líta á, fyri at yvirliva. Hesi fingu í 1848 felagshugtakið »arbeiðarir«, og funnu soleiðis útav sínari samfelagsstøðu, og hvussu tey kundu vinna sær fleiri rættindir sum samfelagsborgarar. Enn er tó valla komið á mál, tí tímalønti arbeiðarin hevur enn tann dag í dag, ikki nóg góða menniskjaverduga trygging, um hendurnar ella arbeiðsmøguleikarnar svíkja. Spurningurin í dag, 1. mai, ið er lýstur til altjóða arbeiðaradag, er, hvat hendir við okkum, sum arbeiðandi menniskjum, nú maskinurnar ikki longur einans erstatta okkum kropsliga, sum arbeiðskraft, men eisini okkara hugsunarhátt sum menniskju. Hugsunarhátturin, sum skal innrættast, skipast av nýggjum eftir heilanum hjá Bill Gates og company.
Spurningurin kann eisini setast, hvørjar eru tær nýggju stættirnar í okkara nýggja telduheimi, og hvussu kunnu vit í eini komandi framtíð tryggja okkum ímóti órættvísi, sum t.d. at peningamongdin í samfelagnum og heimssamfelagnum miðsavnast, soleiðis at tey fáu ikki fáa alt ov stórt vald, soleiðis at okkara fólkaræði, sum er okkum so dýrabart, spælir fallit. Tí, sum øllum kunnugt, er peningur vald, eins og hann altíð hevur verið gjøgnum alla heimsins søgu.
Eg fari at enda hesar teldueygleiðingar við at vísa á, hvat ein Nesmaður segði um tað, at telduinnlit skuldi vera so lívsneyðugt fyri alt í dag. Hann meinti, at so leingi man ikki kundu reka í Lítlu Dímun við telduni, so kundi hon ikki verða so alneyðug.
Fyri aftur at venda til, at í dag er 1. mai, so má viðmerkjast, nú høvi er, at undarligt er, hvussu samráðingarnar fara fram. Samráðingarnar á arbeiðsmarknaðinum í løtuni vísa í øllum førum á, at øll fáa líka lítið ella líka nógv, óansæð, hvussu lítið ella nógv tey hava frammanundan, og óansæð reallønina. Gandaorðið hjá landsstýrinum og arbeiðsgevarum í dag er nýklakta »kost-benefit« ástøðin (teoriin), tvs. at hugt verður eftir, hvat loysir seg best her og nú, í reinum krónum og oyrum, og tann ið sparir mest og hugsar minst, fær riddarakrossin næstu ferð drotningin kemur, um vit ikki hava loyst áðrenn.
Tíbetur hugsaðu okkara forfedrar í Hvalba valla um Kost-benefit ástøðina, tá teir veltu og vallaðu vakra bøin, ið her er, neyvan sóu teir »meistaraverkið« sjálvir, men teir arbeiddu uttan at hugsa um bert seg sjálvan. Teir gjørdu tað, ið neyðugt var, eisini fyri komandi ættarlið. Neyvan vóru bergholini komin, um kost-benefit ástøðin hevði verið í hásæti tá. Hvalbingar hava altíð arbeitt nógv, bæði á sjógvi og landi. Í 1801 var Hvalba, sum størsta markatalsbygd í Føroyum, eisini fólkaríkasta bygd við 204 íbúgvum. Nógvastaðir man kemur, hoyrir man at hvalbingar bara tonkja uppá búkin. Tað er nú ikki so løgið, tí Hvalba er ein matbygd. Valla finnist betur matur í øllum Føroyum, tí tilfeingið er so nógv her í bygdini, so at í stóran mun matskaffa fólk sær sjálvum, og tá verður maturin eisin betur, enn tá hann skal keypast úr fyrstiboksum, kølarum (í Havn). Hvalba hevði sína stórheitstíð í bondasamfelagnum. Tá hevði bygdin bæði tað andaliga og tað verðsliga valdið í Suðuroy. Nevniliga prestin og sýslumannin. Kolagrevsturin hevur eisini skapt arbeiði til nógvar hendur. Mær er fortalt, at meira enn 200 mans arbeiddu á kolunum undir krígnum í Hvalba.
Hvalba er eftir mínum tykki vakrasta bygd í Føroyum. Eg gloymi aldrin fyrstu ferð eg hevði verið burturstødd úr Hvalba í eitt ár. Eg havi ferðast víða, men aldrin sæð vakrari sýni, enn tá eg eftir fyrstu ferð í útlegd kom úr tunellini (bergholinum) og sá Hvalbiarbygd í fagrastu skrúð á hásummarið. Tann grøni bøurin, sóljurnar, fjørðurin, áirnar, vøtnini og Eiðini.
Óansæð, hvar tú er staddur í Hvalba, er útsýnið so sera vakurt. Hvørt einasta hús í Hvalba, havi eg vitjað óteljandi ferðir mínum barnaárum við Sosialinum. Tá hevði hann lítið uppá seg í stødd, og mangan hoyrdi eg »hann er ikki verdur at skoyna sær við«. Men tey, sum tóku ramast til, keyptu hann hóast alt, og vóru so blídlig innanfyri ofta harðliga, spoyska, men rámandi málburðin.
Tað, sum forfedrarnir, norrøna niðursetufólkið var so kent fyri aðrastaðir, var sterka felagsskapskenslan. Tann sterka felagsskapskensla, sterku relatiónirnar, sambandið millum ætt, vinir og kenningar, haldi eg, at hvalbingar hava megnað einstandandi væl at varðveita. Har haldi eg eisini, at Royn, sum ítróttarfelag, hevur verið óført til at styrkja um samanhaldið í bygdini. Royn fevnir um nógv meira enn ítrótt, t.d. jólatræið í Roynhøllini er eitt meistaratiltak fyri øll, ið vilja savnast. Hetta er 5. bygdastevnan og fyri hvørt ár verður gjørt meira og meira burturúr, soleiðis, at stevnan mennist í innihaldi og dygd.
Hvalba, mín heimbygd, er nakað serligt. Her búgva øll, sum eru einum kærast og øll kenna vit hvønn annan og síggja, hvussu dýrabart hvørt mannalív er. Vit gleðast við hvørjum øðrum, tá børn føðast, og vit syrgja øll, tá fólk fara higani, og stórur er saknurin, tá hugnalig gestablíð heim, blíva til tóm hús, har ljósið slóknar.
Eg fari nú til síðst at vísa á, at tey, sum savnaðust á fólkafundi um aldarskiftið, vóru á veg inn í eina nýggja øld, meðan vit, sum savnast her í dag, eru á veg inn í eitt nýtt ártúsund. Líta vit 1000 ár aftur, so hendi ógvuliga stórar broytingar í Føroyum tá, bæði átrúnaðarliga og stýrisskipanarliga. Viðvíkjandi átrúnaðinum, so skifti føroyingar tá religión og fóru frá heiðinskapi til kristindóm. Yvirtrúgvin og trúgvin hava síðani fylgst hond í hond hjá við tíðini fer, í øllum førum eru tað fleiir og fleiri føroyingar sum úttala seg alment um, at teir ikki trúgva uppá ævinleikan.
Stýrisskipanarliga standa vit eisini fyri veldugum broytingum. Áhugavert er, at tað júst eru liðin 1000 ár, síðan føroyingar fóru frá frælsum høvdingadømi og inn undi rútlendskt kongsveldi. Spurningurin er, um vit, um vit velja at fara undan útlendskum kongsveldi, og fáa tað frælsi, sum verður so nógv umrøtt í hesum døgum, enda í einum frælsum høvdingadømi aftur, har »allir vildu harrar verða, ongin vildi sekkin bera«. Í øllum førum eiga vit sum menniskju og samfelagsborgarir ikki at yvirsíggja veldugu øktu lønargjógvina millum lág- og hálønt í Føroyum. Hugtakið frælsi, sum er øllum menniskjum so dýrabart, smakkar ikki av nógvum, sum vanliga fólkið ikki megnar at metta munnar.
Dýribiðidagur var í gjár. Bøn okkara í dag má vera fyri øllum teimum líðandi í Kosovu og allastaðir har menniskju er, ið líða undir órættvísi og óndskapi, og trongja til hjálp. Meðan vesturlendsku fjølmiðlarnir skíra Milosovic persónliga fyri at hava skyld í øllum ruðuleikanum og ræðuleikunum, ið fara fram í dag, heldur vesturlendska verjusamgongan hátíðarhald á 50-ára stovningardegnum, meðan álopsbumburnar bresta á Balkan og av misgávum, raka vanliga bústaðarøkir og flóttarfólk. Heimstøðan er hættislig. Hóast 2000 ár við kristindómi, velja makthavararnir, ið oftast enn vísa seg at vera menn, heldur svørðið enn orðið. Stríðið er enn á vígvøllum heldur enn gjøgnum dialog, samtala og svørðið, nú teir spæla við tankanum um 3. heimsbardaga, er skift út við teldufjarstýrdar altoyðandi bumbir. Dapurt, men veruligt.
Eg fari at enda røðuna í bygdastevnuni í Hvalba 1. mai, sum er tann síðsta í 20. øld, áðrenn ártúsundskifti, við at siga, at hvalbingur eri eg, við øllum tí tað inniber, suðringur eri eg eisini, sum tey flestu sum eru savnaði her í dag og føroyingur, onki iva mál - men fyrst og fremst og mest, eri eg og øll sum eru savnað her í dag - menniskju, við lívsrætti til eitt menniskjaverdugt lív. Sama lívsrættin í verdigheit eiga øll onnur menniskju á okkara jørð. Tað má verða aðalmáilð framyvir í orði og verki, bæði fyri einstaklingar, felagsskapir, samfeløg og altjóðasamfelagið.