Fólkalflokkurin gevur samstarvsflokkum av grovfíluni

Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin fáa av at vita frá Óla Breckmann nú fíggjarlógin fyri 1999 er løgd. Borgarligi stjórnarflokkurin lastar hinum samstarvsflokkunum í Tinganesi fyri, at almennu útreiðslurnar hækkað við 110 milliónum krónum komandi ár

Niclas Johannesen


Hevur sitandi fullveldissamgonga við Fólkaflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Sjálvsstýrisflokkin havt felags stev í fullveldisspurningum, so minnir tað ikki sørt um krígsdans nú fíggjarlógin fyri 1999 verður løgd fram í hesi vikuni.

Í hvussu er leggur formaðurin í tingbólki Fólkafloksins, Óli Breckmann, ikki fingrarnar ímillum í Dagblaðnum mánadagin 28. september í sambandi við at fíggjarlógin fyri 1999 nú verður løgd fyri tingið.

Boðini eru, at meðan landsstýrismenninir hjá Fólkaflokkinum ? serliga fiskivinnumálaráðharrin John Petersen ? megna at lækka um sínar játtanir komandi ár, so hækka játtaninar hjá hinum flokkunum.


Fúlt

Signar á Brúnni úr Tjóðveldisflokkinum er sambært formannin í tingbólki Fólkafloksins »fúlastur«, tí hann hevur biðið um 30 mió. kr. meira til skúla- og mentamál í ?99.

Helena Dam á Neystabø úr Sjálvstýrisflokkinum umsitur sambært Óla Breckmann tey »vónleysu« málsøkini »soleiðis at skilja, at øll halda seg kunna liva betur enn tey gera, og at ein hægri játtan til heilsuverkið nøktar júst henda ómettiliga tørv«. stendur í Dagblaðnum. Úrslitið er, at Helena vil hava 20 milliónur krónur meira til heilsuverkið og slakar 30 milliónir meira til almannaverkið komandi ár.

Óli Breckmann skrivar víðari, at tey sjálvstýrisfólk, sum halda, at einar sjálvstøðugar Føroyar skulu gjalda tað, sum fullveldi kostar, »kunnu so ugga seg við, at landsstýrismenninir hjá Fólkaflokkinum klára at halda seg niðan fyri karmin á fíggjarlógini í ár.«


Milt sagt bilsin

Sambært formannin í tingbólki Fólkafloksins munnu »tey, ið høvdu væntað, at hetta landsstýrið fór at lyfta slørið fyri, hvussu tað ímyndar sær, at einar sjálvstøðugar Føroyar skulu síggja út á almennu síðuni, verða milt sagt bilsin yvir, at almenni sektorurin í ?99 dýrkar 80 mió. kr. netto sammett við í ár.«

131 milliónir í yvirskoti í 1999 er sambært Óla Breckmann heldur ikki stórvegis at reypa av hjá fíggjarmálaráðharranum Karsten Hansen. Í ár er yvirskotið nevniliga 300 milliónir krónur. Og hetta er sambært Óla Breckmann fíggjarpolitikki Fólkafloksins undanfarna valskeið fyri at takka fyri.

Boðini frá formanninum í tingbólki Fólkafloksins, at Karsten Hansen »skal bara halda seg burtur frá tjóðveldissosialismu og føra fólkafloks fíggjarpolitikk, so er trísiffrað mió.-upphædd í avlopi í landskassanum dagsins ordan.«