Tí kundu Føroyar og føroyingar brúkast sum týdningarmikil finna í kalda krígnum og herstøðir leggjast her, uttan at føroyska fólkið fekk nakað innlit ella slapp at taka støðu.
Tí kundi danska stjórnin leggja líka í, at Føroya Løgting umboðandi Føroya fólk einmælt mótmælti hesum.
Tí kann danska stjórnin í dag bera rangar upplýsingar og nokta Føroya Landsstýri at fáa okkara møguleikar fram á borðið.
Tí kunnu føroyskir andstøðupolitikarar, uttan nakra sum helst ábyrgd, bera rangar upplýsingar, stuðla stjórnini og gera gjøldur burtur úr teimum, sum hava stríðst fyri veruligum fólkaræði í tí sinnissjúka kalda krígnum.
Ósannindi prógvað
Vit hava í dag fingið fleiri frágreiðingar, sum prógva allar teir varhugar og spurningar, sum vórðu settir í mótmælunum móti NATO-støðini. Í Grønlandi er sama søga prógvað í ólukkumát.
Hartil er prógvað, at føroyskir løgmenn góðtóku at vera meira loyalir mótvegis donsku stjórnini enn móti løgtinginum og tí fólki, sum hevði valt teir.
Vit hava nú fingið prógv fyri, at somu ósannindi og rangir upplýsingar verða førd fram í ár 2000.
Kortini síggja vit føroyskar andstøðuleiðarar og oddagreinar í okkara størstu bløðum, sum skíra landsstýrið at vera ódemokratiskt og leggja persónar og flokkar undir at leypa frá samtyktum.
Tá er talan um serliga grova villeiðing, sum ikki sømir seg einum framkomnum samfelag.
Ein fólkaræð-
islig avgerð
Tær einmæltu tingsamtykir, ið eru gjørdar undir heimastýrinum, vórðu rættar og eru sjálvsagt galdandi til ein nýggj rættarstøða og ein fólkaræðislig avgerð er tikin.
Heimurin er broyttur, og tað snýr seg nú um at fáa samstarv á hernaðarøkinum millum tey gomlu stórveldini og at forða fyri nýggjari dubbing og køldum kríggi. Hetta kann eitt nú gerast gjøgnum skipanina Partnership for Peace, har flestu londini, ið fyrr lógu handan jarntjaldið, eru limir.
Einar sjálvstøðugar Føroyar mugu taka ábyrgd og avgerð um okkara verjupolitisku viðurskiftir. Einar ósjálvstøðugar Føroyar kunnu slettis ikki verða limir í nøkrum felagsskapi ella taka nakra avgerð, tí tað er einvíst eitt danskt mál.
Fólkaræði
ella sjónleikur
Tí mugu vit tosa við okkara grannalond og við NATO um okkara støðu í verjupolitikki. Síðani má Føroya Løgting og Føroya fólk taka støðu til, hvørjar avtalur vit gera.
Til tess er neyðugt at fáa allar upplýsingar fram og leggja málið til fólkaræðisliga viðgerð. Hetta fyrireikingararbeiðið er langt síðani farið í gongd og er væl og virðiliga kunnað til uttanlandsnevndina í Løgtinginum og viðgjørt á Løgtingi.
Tað er fólkaræði. Tað er virðing fyri løgtingi og fólkaræðinum. Tað er erligt.
Tann sjónleikur, vit aftur nú hava sæð í hernaðarmálinum, snýr seg tíverri bert um at skýggja sannleikan.
Høgni Hoydal