Frits Johannesen
Tú kanst, sum er, sita heima og undirvísa næmingunum, men kravið er, at allir næmingarnir hava samband við alnótina. Hetta er ein sera spennandi undirvísing, og hevði eg hildið, at royndir vórðu gjørdar hesum viðvíkjandi. Haldi ikki, vit skulu vera bangin fyri at brúka eitt amboð, sum næmingarnir kenna væl betur til enn flestu lærarar.
Hví ikki taka ein 8. flokk á onkrum skúla sum eina roynd? Hetta er ein avbjóðing, og eg ivist onga løtu í, at tað ikki fer at spyrjast gott úrslit burtur úr hesum. Eftir hetta bygt ein kt-skúla, har øll undirvísingin fyrifórt á teldum og øllum tí, sum er knýtt at hesum.. Hví ikki tað? Hetta er visiónin í hesum árhundrað.
Tær skapandi lærugreinirnar skuldu havt gott pláss innan hesar veggir. Vit hava eina musikskúlalóg, eina frítíðarlóg og eina fólkaskúlalóg. Hví ikki taka tað besta burturúr hesum lógum, og sett tær saman? Eingin kann nokta tær, at gera hetta í morgin. (Hevði hildið, sum støðan er í løtuni, at fólkaskúlin og musikskúlin var ein skúli). Vit eru alt ov bangin fyri at flyta okkum - bangin fyri tí tóma rúminum. Teldan, alnótin, breiðbandi o.s.fr. hava givið okkum eina rúmd afturat, sum er so sera spennandi, at ikki sigst frá hesum. Vit eiga at fara meira inn í hesa telduverð, oyst úr hesari flotkeldu nógv meira enn vit gera.
GG! Eysturoyingar eiga at fara undir eina fyrireiking til ein kt-skúla, og hann kundi t. d. ligið í Skálabotni.