Fólkaskúlin ikki leggjast undir kommunurnar

Ongar ætlanir eru um at leggja fólkaskúlan undir kommunurnar at verða umsitin.

Tað staðfestir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, nú Gunvør Balle, tingkvinna, hevur spurt hann um hetta.

Hann sigur, at samgongan umrøddi at leggja fólkaskúlan undir kommunurnar at umsitast. Men fortreytin fyri tí var at landið varð lagt saman í sjey-níggju kommunur.

Men kommunusamanlegging datt niður fyri og sostatt eru heldur ongar ætlanir um at leggja skúlan undir kommunurnar.

Annars sigur hann, at samgongan er farin at kanna um tað er rætt at lækka skúlaaldurin, so at børn skulu í skúla eitt ár fyrr enn nú.

Hann sigur, at ætlanin er at fáa eina niðurstøðu í málinum í summar og tá verður støða tikin til um børn skulu byrja fyrr í skúla.

Sjálvur er hann ikki vísur og tí vil hann hava spurningin lýstan.

Kortini leggur hann afturat, at bæði Fólkaskúlaráðið og PISA arbeiðsbólkur mæla til, at skúlaaldurin verður lækkaður.