Niðara endaspælið: Sigrar til Skála og B36

B36 er langt fremst

Mynd: FSF

Tveir dystir eru í dag leiktir í niðara endaspælinum í Betrideildini hjá kvinnum.

 

Á ovara vølli í Gundadali í Havn eydnaðist tað B36 at vinna 3-1 (2-1) á 07 Vestur. Sigrið Hansdóttir við tveimum málum, og Elsa Anna Mohr syrgdu fyri málunum hjá B36. Kristina Gásdal skoraði fyri 07 Vestur.

 

Á Hoyvíksvøllinum vann Skála ÍF stórsigur 5-0 (4-0) á FC Hoyvík. Sara Benjaminsen (myndin) skoraði fýra mál. Í fyrra hálvleiki skoraði Sara eitt reint hattrick. 

 

B36 er greitt oddalið við 25 stigum. Skála ÍF hevur 13 stig, 07 Vestur hevur níggju stig, og FC Hoyvík er aftast við fýra stigum.

 

B36-07 Vestur 3-1 (2-1)

 

1-0 Sigrið Hansdóttir (16.)

 

2-0 Elsa Anna Mohr (22.)

 

2-1 Kristina Gásdal (30.)

 

3-1 Sigrið Hansdóttir (54.)

 

FC Hoyvík-Skála ÍF 0-5 (0-4)

 

0-1 Sara Benjaminsen (2.)

 

0-2 Sara Benjaminsen (5.)

 

0-3 Sara Benjaminsen (24.)

 

0-4 Arnfríð Jacobsen (33.)

 

0-5 Sara Benjaminsen (66.)

 

Kelda: dystir.fo

 

 

 

Mynd: FSF