Fólkatalið í Grønlandi veksur aftur

Tølini benda á, at tað eru útlendingar, ið gera munin

1. januar í ár var fólkatalið í Grønlandi tað lægsta tað hevði verið í 20 ár. Við byrjan á 2016 búðu 55.847 fólk í Grønlandi.

Nú sær út til, at peika upp aftur, fyribils í hvussu so er. Í juli í ár er fólkatalið í Grønlandi vaksið við 339 íbúgvum og er komið uppá 56.186 íbúgvar. Tað eru 72 fleiri enn 1. juli í fjør. Tað er samstundis fyrstu ferð í fimm ár, at fólkatalið er hægri í juli enn tað var undanfarna ár. Tað skrivar Sermitsiaq.

Tað eru fyrst og fremst tilflytingin, ið ber fólkavøkstrinum uppi. Barnatali í Grønlandi er fallandi.
Fyrst og fremst eru tað danskir statsborgarar (grønlendarar, danir og føroyingar), ið flyta úr Grønlandi, meðan fólk aðrastaðni frá, fyrst og fremst úr Filipsoyggjum, flyta til Grønlands.

Í nógv ár eftirhondini hava grønlendskir miðlar skriva um, at talið av etniskum grønlendarum er minkandi. Tey flyta í stóran mun til Danmarkar og koma ikki aftur. Serliga eru tað bygdirnar í Grønlandi, ið kenna eitt skjótt fallandi fólkatal.